Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggjar góðar broytingar í barsilsskipanini sendar til hoyringar

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  17.10.2024 - 05:23 Tíðindaskriv

Frameftir verður hámarkið fyri barsilspening javnað, so tað fylgir gongdini í samfelagnum. Eisini fara foreldrum at fleirburum at fáa longri barsilsfarloyvi at halda samstundis og foreldur fáa møguleika at útseta barsilsfarloyvið, um barn verður innlagt á sjúkrahúsi beint eftir barnsburð.

 

 

Inglín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur í dag sent uppskot til broytingar í barsilsskipanini til hoyringar.

Tað er breið semja í bæði samgongu og andstøðu, um at broytingar eiga at verða gjørdar í barsilslógini. Nú verða enn fleiri broytingar gjørdar fyri at betra barsilsskipanina.

Tá barsilsútgjaldið í vár varð hækkað, hevði tað staðið í stað í stívliga 30 ár. Hámarkið varð hækkað úr 25.000 kr. til 30.000 kr. Ætlanin er at hámarkið frameftir hækkar samsvarandi lønarlagnum og prísgongdini í samfelagnum. Soleiðis fyribyrgja vit, at útgjaldið aftur stendur í stað í nógv ár. 

Foreldur, sum fáa fleirburar eru undir einum stórum trýsti. Tað mesta av tíðini er annað av foreldrunum einsamalt við tveimum ella fleiri børnum. Sambært uppskotinum fáa foreldur at fleirburum rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur afturat í part.

Vikurnar kunnu nýtast samstundis. Foreldrini kunnu velja at flyta ein part ella allar sínar 14 vikur til hitt foreldrið. Einlig foreldur at fleirburum, kunnu geva einum umsorganarpersóni upp til 28 vikur í barsilsfarloyvi at nýta samstundis sum viðkomandi sjálvur er í barsil.

Í dag er tað soleiðis, at foreldur at barni, sum verður innlagt á sjúkrahúsið, innan fyrstu 50 vikurnar eftir barnsburð ella fyrstu 54 vikurnar eftir móttøku, mugu brúka ein part av teirra barsilsfarloyvi á sjúkrahúsinum. Barsilsfarloyvið heima við hús minkar samsvarandi.

Verður undirtøka fyri uppskotinum kunnu foreldur at barnið, sum verður innlagt á sjúkrahúsið innan tær fyrstu 50 vikurnar eftir barnsburð ella 54 vikurnar eftir móttøku, leingja barsilsfarloyvið við sama tíðarskeiðið barnið er innlagt.

Barsilsskipanin er væl fyri fíggjarliga, og neyðugt verður ikki at broyta inngjaldið fyri at fíggja ætlaðu broytingarnar.

 

Sí uppskotið til broytingar í barsilsskipanini her https://www.umhvorvi.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-broyting-i-loegtingslog-um-barsilsskipan

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…