Lýsing
Lýsing
Lýsing

Út í hagan til rørðslu

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  17.10.2024 - 05:37 Politikkur Tíðindaskriv

Fólkaheilsa er tað sum nútíðarmenniskja  hevur stórt fokus á. Rørðsla og sálarrøkt er lykilin til góða fólkahelsu. Og havt er tá betur enn at fara ein túr í hagan. Tú fært bæði rørðslu og frið í sinnið

 

 

 

Nógv eru tey ið gera sær ein túr niðan á Kærlighedsstigen ella ein túr eftir gomlu Oyragøtu, út í perluna úti í Grøv. Onnur fara longur og klíva í allar tindar, men tað er verri enn so fyri øll.

Og stuttligt at síggja hesi stóru liðini hjá Treystinum renna út eftir Oyravegnum ella Ánavegnum. Og ófør er tey at skipa fyri ymiskum heilsurenningum.

Stuttligt er eisini at fylgja hvat ið okkara vakra náttúra ger við okkum menniskju. Merki tað sjálvur og serliga tá ið man leggur onkrar myndir út. Nógv likes og nógvar góðar viðmerkingar. Alt prógv um at hetta ger nakað gott við okkum. Eisini at fleiri kundu hugsað sær at fingið lut í hesi uppliving og sálarbót, men at hagin sjálvur/undirlendi er ein ov stór avbjóðing fyri fleiri.

Rundan Klaksvíkina er serstakliga vakurt. Far ein túr niðan á Klakk ella Kjøl. Tit sum hava verið, vita tað. Men neyðugt er ikki at fara so langt fyri at síggja tað vakra. Aðrir vinklar eru eisini.

Í samráð við bóndir og ognarnar átti kommunan at gjørt eina lendisgøtuætlan uttanum og uttanfyri býin. T.d. úr Grøvini og niðan á Hamar og norð og ommanaftur við Ravnagil. Úr Grøvini og eftir hamrinum og út á Oyrar. Lendisgøtu um Klakkin yvir á Háskúlan. Út á Borðoyanes. Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.

Tá eg tosið lendisgøtur er tað sløtt eyrgøta sum er so breið at tvey fólk væl og virðiliga kunnu møtast uttan at fara av vegnum fyri hvør øðrum. Trúgvi at bóndirnir høvdu verið við uppá tað, tí tað burdi verið ein fyrimunir bæði í teirra røkt av haga og at hagin annars var avlastaður, tí at fólk tá brúktu gøturnar heldur enn at traðka hagan.

Eisini fyri íðkarnar í t.d. Treystinum og hjá fólki sum renna, vildi hetta verið serliga kærkomið at fingið møguleikar har bilferðsla ikki órógvar. Mammubólkar við barnavogni, ella bara onkur sum vil ganga sær eini túr og njóta tað vakra.

Klakkur er tann avgjørda perlan, bæði til útsigtina sjálva og til atkomu. Í samráð við festaran átti gøtan at verið gjørd orduliga góð niðan á Klakk. Eina gøtu sum koyristólur eisini kundi brúkt. Og har skuldi verið gjørt eitt gott skýli við góðum glæsi soleiðis at fólk kundi verið har og noti tað vakra. Um summarið kanska ein kaffisøla eisini.

Eitt veruligt View Point sum verðin og vit Klaksvíkingar valfartaðu til. Tað hevði eg vilja!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…