Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør eri eg ?

SKRIVAÐ: Rasmus S. Jacobsen  |  17.10.2024 - 16:57 Politikkur Tíðindaskriv

Eg vil við hesum, bjóða meg fram, at umboða teg og vera tín rødd í Klaksvíkar Býráði, sum umfatar íbúgvarnar í Klaksvík og tær bygdir sum eru saman við Klaksvíkini.

 

Eg eiti Rasmus Steinbjørnsson Jacobsen. Eri 37 ár, uppvaksin í Klaksvík og búgvi í Klaksvík útlærdur rørsmiður. Unnusta mín eitur Linda og vit eiga tveir so fittar kúllar, Silas 9 ár og Boas 1 ár.

Eg eri uppvaksin í einum sera tryggum heimi og so eisini tætt at býráðspolitikki, tí pápi mín hevur sitið í Klaksvíkar Býráð í 24 ár, so áhugi í hesum arbeiði hevur ligið í mær frá barnsbeini av.

Eg vil við hesum, bjóða meg fram, at umboða teg og vera tín rødd í Klaksvíkar Býráði, sum umfatar íbúgvarnar í Klaksvík og tær bygdir sum eru saman við Klaksvíkini.

         

Tú spyrt kanska, hvørjum eg brenni mest fyri.

 

Eldraøkið :

Eg vil virka fyri, at økja um normeringarnar av starvsfólkum til Ellis-Røktarheim, Sambýlir og Heimarøktina. Hatta økið má og skal styrkjast, tí støðan er alt enn góð. Tørvur er á starvsfólkum, tí núverandi røsku starvsfólkini eru fáment og tað er eitt mark fyri, hvat hesi megna at geva búðfólkunum av innihaldi afturat røktini, tí má og skal hetta fáa fyrstu raðfesting. Harafturat eiga starvsfólkini at fáa eina munandi hægri løn, so tað er meiri hugaligt, at arbeiða á hesum týdningarmiklu arbeiðsplássum, so arbeiði verður av myndugleikunum mett høgt í virði.

Tað hevur stóran týdning, at eldri borgarar í Kommununi eru likamliga virknir, tí er neyðugt at halda fast við tey tilboð tey fáa frá Kommununi at venja, og enta økja um hesi tilboð.

Vit mugu stuðla undir at fáa eldraíbúðir bygdar, tí tað eru so mong, sum ikki megna at halda síni egnu stóru hús viðlíka. So fáa tey møguleika at flyta í eina minni íbúð og selja síni hús til barnafamiljur.

 

Barnafamiljan :

Kommunan má halda fast um barnaansingartrygd á stovni ella dagrøkt.

Systkinafrádrátturin skal endurskoðast og betrast.

Bygdur verður nýggjur Barnagarður við nýggju útstykkingarnar á Fossum, har ungar familjur skjótt fara at at byggja og seta búgv.

 

Bussleiðin

Eitt, sum pápi mín brendi fyri og sum eydnaðist at fáa sett í verk, var bussleiðin og hevur verið familjum og borgarum sum heild sera góð og væl móttikin, og hetta ókeypis tilboð  skal varðveitast og endurskoðast, so hon kann gerast enn betri.

 

Hetta er í fyrstu atløgu tað sum liggur mær á hjarta. Meir seinni.

 

Rasmus S. Jacobsen valevnið á lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…