Lýsing
Lýsing
Lýsing

Árni Skaale um leiðsluavgerðir í Looknorth

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.10.2024 - 16:50 Tíðindi Vinna

Sum menningarstjóri í Looknorth hevur Árni verið við at tikið stórar avgerðir, sum hava havt stóran týdning fyri menningina av fyritøkuni, og hetta verður kjarnan í hesi samrøðuni.

 

Í nýggjasta parti av podcastrøðini "Leiðslupoddurin" verður tað klaksvíkingurin Árni Skaale, sum situr í heita stólinum.

Sum menningarstjóri í Looknorth hevur Árni verið við at tikið stórar avgerðir, sum hava havt stóran týdning fyri menningina av fyritøkuni, og hetta verður kjarnan í hesi samrøðuni. Hesar tríggjar avgerðir hava verið við til at forma Looknorth til eina kenda fyritøku innan plastframleiðslu og sproytustoyping.

Árni hevur eisini við sær ting, sum hava serligt virði fyri hann sum leiðara. Nakrar plastlutir og nakrar leiðslubøkur.

Looknorth er ein av fyritøkum sum hevur klára seg væl og framleiðir dygdarvørur til sjó- og alivinnuna, m.a. flamingokassar og flot til krevjandi umstøður. Samrøðan við Árna gevur eitt innlit í, hvussu leiðsluavgerðir og menning hevur lyft Looknorth til eitt nýtt støði.

Hoyrið Árni Skaale greiða frá teimum avgerandi løtunum í Looknorth og hvussu lokalar røtur og dygdararbeiði hava skapt eina væleydnaða fyritøku í Klaksvík.

Nýggir partar verða útgivnir hvønn viku í umførum á 6 partar hvørja ferð, hvønn hósmorgun, og geva eitt fjølbroytt og áhugavert sjónarhorn á leiðslu í føroyskum og altjóða  høpi. Poddvarpsrøðin ”leiðslupoddurin” hoyrist á øllum stórum poddvarpplattformum, sum t.d. Apple Podcasts og Spotify. Eisini kann tað hoyrist frá hesi leinkju: https://share.transistor.fm/s/26345bd7

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…