Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skil má fáast á ferðsluni!

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  17.10.2024 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

Saman kunnu vit tryggja, at Klaksvík framhaldandi er ein býur, har ferðsla og trivnaður ganga hond í hond

 

 

Ferðslan í Klaksvík er vorðin ein vaksandi avbjóðing, og tað er týdningarmikið at finna varandi loysnir, sum bæði tryggja og lætta um ferðsluna. Fleiri ymiskar loysnir kunnu verða settar í verk fyri at betra um støðuna. Í hesum samanhangi havi eg hugt eftir fýra ymsum møguleikum, ið tilsamans kunnu skapa betri skil á ferðsluni í Klaksvík.

 

Eg dugi at síggja fýra loysnir, sum tilsamans kunnu fáa skil á ferðsluni í Klaksvík.

  • Einvegis vegir
  • Smalka gonguteigarnar
  • Flyta bilarnar inn á privat parkeringspláss
  • Víðka tænastuna við parkeringsvøri at fevna um allar vegir í Klaksvík

 

Einvegis vegir

Í samband við Summar Festivalin hava vit longu royndir við, at ávísir vegir verða lagdir til einvegis ferðslu. Tað eru ymiskar meiningar um hetta, har summi eru stak ónøgd, ímeðan onnur eru væl nøgd við hesa loysn. Tað, sum er umráðandi í hesum sambandi, er at tey húskini, ið búgva á hesum vegum, verða tey, ið koma til orðana um hvørja loysn tey ynskja. Tí tað er heldur ikki neyðugt at koma við somu loysn allastaðni.

 

Smalka gonguteigirnar

Ein loysn er at smalka gonguteigarnar somikið, at pláss er fyri, at mótkoyrandi ferðsla kann ferðast ótarnað. Hetta kann gerast við at smalka gonguteigarnar á báðum síðum eitt sindur, ella at smalka gonguteigin á aðrari síðuni nógv. Eisini ber til at gera lummar inn í gonguteigarnar til bilar at parkera á.

 

Flyta bilarnar inn á privat parkeringspláss

Ein møguleiki er at gera eina langtíðarætlan, har fólk fáa boð um at skipa so fyri, at pláss er fyri teirra bili á egnum grundøki við einari tíðarfreist upp á nøkur ár, tildømis innan 2030. Hetta er ikki ein loysn, sum er gjørlig allastaðni í Klaksvík, men nógvastaðni ber hetta til. Hetta má eisini verða eitt krav í samband við alla nýbygging. Nýggj útstykking til grundstykkir skal gerast við parkeringskrøvum, eins og breidd á nýggjum vegum skal gerast við ótarnaðari mótkoyrandi ferðslu í huga. Í Føroyum koyra tey flestu í bili til øll tiltøk og privatar veitslur, so sum føðingardagar. Hetta er okkara mentan og stórur partur av okkara lívskvaliteti og trivnaði, sum vit skulu halda fast í og verja. Tí skal eitt eyka parkeringsøki altíð skal fylgja við í útstykkingini til eitt nýtt búøki.

 

Víðka tænastuna við parkeringsvøri at fevna um allar vegir í Klaksvík

Vit eru tíverri eitt sindur óuppdrigin, tá tað kemur til ferðslu, og vit kenna eftir øllum at døma ikki parkeringsreglurnar. Tildømis er ikki loyvt at parkera beint við ein krossveg, men hetta virða verri enn so allir bilførarar. Nú kenni eg ikki til starvslýsingina hjá parkeringsvørinum, men hendan má víðkast, soleðis at eftirlitið fevnir um allir vegir í Klaksvík, og har tað annars er tørvur á tí í allari kommununi.

Við hesum fýra uppskotunum kunnu vit skapa eina tryggari og meira vælskipaða ferðslu í Klaksvík. Tað er týdningarmikið at fáa í lag eitt gott samstarv millum kommununa, borgarar og vinnuna, soleiðis at loysnirnar verða tillagaðar eftir tørvinum. Saman kunnu vit tryggja, at Klaksvík framhaldandi er ein býur, har ferðsla og trivnaður ganga hond í hond.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…