Lýsing
Lýsing
Lýsing

Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur eitt hús vekk

SKRIVAÐ: Súni Anthoniussen  |  17.10.2024 - 11:59 Politikkur Tíðindaskriv

Persónliga haldi eg, at bygningurin (Ídni) átti at verði varðveittur við tí fyri eygað, at hann kundi verið umvældur og nýttur sum eitt skjalasavn fyri Norðoyggjar

 

Orðini í yvirskriftini eigur Edward Fuglø, í eini samrøðu við Rana Nolsøe í podcastinum, Quo Vadis Klaksvík, frá 2018. Teir tosa um hví Ídni ikki skal rívast niður, og eg eri samdur við teirra sjónarmiðum, men havi í hyggju at leggja míni egnu hugskot afturat. Ein leinkja til samrøðuna er niðast í greinini. Søguligi vinnubygningurin úti í Klaksvík, Ídni verður oftani drigin fram tá norðoyingar tosa um vegaviðurskifir ella býarfríðkan. Meiningarnar sum koma til sjóndar vísa seg at verða, at antin rívur man bygningin niður, ella ynskir man at varðveita hann. So vítt eg veit, so hevur bygningurin verði ein smiðja í sínari tíð, og hevur ikki verið brúktur í nógv ár. Bygningurin sær ikki gott út í dag og krevur ábøtur. Hóast at bygningurin ikki hevur verið brúktur í nógv ár, so er tað ikki neyðugt at taka bygningin niður, tí hann kann umvælast og verða brúktur til annað virksemi. Ferðafólk koma ikki til Klaksvíkar av tí, at tey hava hoyrt um at vit fara at fáa eitt nýtt hotell ella eitt Biskupstorg – tað er bara serligt og viðkomandi fyri okkum sum búgva her.

Ídni er ein partur av okkara mentanararvi, og fyri at lýsa heilt stutt hvat í mentanararvur er, so kann man siga, at tað er okkara søga og minnir, sum vit hava í felag. Mentanararvur kann lýsast sum søguligir lutir, ið plaga at verða vístir fram á søvnum. Bygningar og jarðføst fornminni frá farnum tíðum, og kvæðir, sangir og siðvenja.

Tað eru fleiri orsøkir fyri hví eg haldi, at vit eiga at varðveita Ídni, og at gera bygningin í stand. Staðsetingin er úti í søguliga krókinum í býnum, har í grannarnir eru Norðoya Fornminnissavn og Faktorshúsini. Annar av grannunum, Norðoya Fornminnissavn, hevur eitt virkuliga áhugavert virksemi, og varpar ljós á okkara søgu og mentan, og leggur serligan dent á 19. og 20. Øld. Her kundi tað verið upplagt at umvælt Ídni, og møguliga gjørt tað til eitt skjalasavn fyri Norðoyggjar, sum hevði passað væl inn í býarmyndina saman við granna bygningunum í umhvørvinum. Tvøroyrar Skjalasavn læt upp í 2020, og í dag hava teir longu umleið 4.000.000 av skjølum, har í meginparturin er úr Suðuroynni. Til dagliga starvast tveir søgufrøðingar fulla tíð á teirra skjalasavni, umframt at teir hava havt ein konservator og ung lesandi í starvið, og í løtuni hava tey ein fólkalívsfrøðing í starvi, ið hevur tilknýti til Århus Universitet.

Um Ídni kundi verið nýtt sum eitt skjalasavn fyri allar Norðoyggjar, so høvdu vit skapt fleiri arbeiðspláss í býnum, bæði til borgarar, og lesandi sum skulu taka støðu til, um tað er vert at koma aftur til Klaksvíkar at búseta seg. Tað skal leggjast afturat at bygningurin, ið húsar virkseminum hjá Tvøroyrar Skjalasavnið var eitt ísvirkið frá 1920 árunum, áðrenn tað seinni bleiv umvælt til eitt skjalasavn.

Gamla Seglhúsið frá 1914, sum Jastrid og Símun Gullaksen, hava gjørt í stand er eitt gott dømi um, hvat kann fáast burturúr at umvæla eldri bygningar. Gamla Seglhúsið er í dag oftani karmur um ymiskar forvitnisligar listaframsýningar.

Persónliga haldi eg, at bygningurin átti at verði varðveittur við tí fyri eygað, at hann kundi verið umvældur og nýttur sum eitt skjalasavn fyri Norðoyggjar. Soleiðis meti eg, at við staðsetingin í huga og møguleikunum, sum koma við einum skjalasavnið fyri Norðoyggjar koma best til sín rætt. Lesarin situr kanska og hugsar: hví eitt skjalasavn? Jú, umframt arbeiðsplássini ið vóru nevnd omanfyri, so er tað ongin loyna, at vit hava eitt ótrúliga ríkt og søguligt vinnulív í Klaksvík. Jørgen Bech & Sønner, Føroya Bjór, P/f Kjølbro og Klaksvíkar Sjúkrahús eru bara nøkur av dømunum. Um man fekk savnað hesi skjølini saman, so hevði tað møguliga havt við sær, at fleiri granskingar um okkara lokalsøgu høvdu sæð dagsins ljós.

Royndirnar hjá suðuroyingum vitna um eitt veksandi virksemi, har tað er pláss fyri akademiskum størvum og lestrarstørvum á sama stað.

 

Súni Anthoniussen

Valevni fyri Norðoya Javnaðarfelag.

 

Niðanfyri eru tvær leinkjur. Tann fyrra er til samrøðuna millum Edward Fuglø og Rana Nolsøe, sum bera nakrar áhugaverdar hugleiðingar fram um Ídni. Tann seinna leinkjan gevur eitt innlit í hvussu væl skjalavirksemi á Tvøroyri hevur eydnast. Ósbjørn Jacobsen eigur myndirnar.

 

https://nordlysid.fo/tidindi/21303/edward-fuglo-rivid-ikki-idni-nidur

https://www.dimma.fo/grein/tvoroyrar-skjalasavn-her-legst-skjott-aftrat

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…