Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búfólk á røktarheimi skulu hava eitt virki lív

SKRIVAÐ: Mona Maria úr Fugloy  |  08.11.2024 - 16:32 Politikkur Tíðindaskriv

Kommunan skal tryggja, at tey, sum búgva á røktarheimunum hava atgongd til viðlíkahaldandi venjingar, so førleikar ikki minka, regluligir aktivitetir á røktarheimunum skal skipast, so búfólkini hava eitt so virki lív, sum teirra førleikar loyva

 

Eldri flyta á røktarheim, tá tað ikki ber til hjá teimum at klára seg heima, hóast tey fáa alla ta hjálp, sum kommunan kann veita. Tað er ein kollvelting at siga farvæl við heimið, har tey hava liva eitt heilt lív, við grannalag og vanar. Tey flyta inn í fremmant heim, eitt kamar, har ein lítil partur av teirra ognum flyta við.

Tá eldri flyta á røktarheim, missa tey valmøguleikar, sum vit øll taka fyri givið. Hvørjum tey búgva saman við. Hvat tey fáa at eta hvønn dag. Hvussu dagurin skal skipast og hvat, tey fáa tíðina at ganga við. Fleiri avvarðandi hava spurt meg: “Hví sleppur mamma mín ikki á dagtilhald meira, tá hon flutti á røktarheim? Hví sleppur pápi mín ikki at venja meira, tá hann flutti á røktarheim? Teimum dámdu tað so væl, og nú gera tey onki”. Tað skal ikki vera so.

Venjing og aktivitetur hava stóran týdning fyri eldri fólk. Bæði fyri teirra likam, sál og lívsgóðsku. Kommunan skal tryggja, at tey, sum búgva á røktarheimunum hava atgongd til viðlíkahaldandi venjingar, so førleikar ikki minka, regluligir aktivitetir á røktarheimunum skal skipast, so búfólkini hava eitt so virki lív, sum teirra førleikar loyva. Ergo- og fysioterapi skal vera eins natúrligur partur av gerandisdegnum, sum sjúkrarøkt og persónlig røkt, matur og drekka er. Á henda hátt leggja vit lív til árini og ikki einans ár til lívið.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verið vald í býráðið 12. novembur.

Mona Maria úr Fugloy

Valevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...