Familjupakkin - ein tvingandi neyðug loysn uppá bústaðartrotið
Fleiri ung hava trupult við at fáa tak yvir høvdið. Hjá summum sær tíverri vónleyst út. Tí er neyðugt at handla, og tað gera vit í Fólkaflokkinum. Fáa vit okkara vilja, verða slóðbrótandi, nýskipanir gjørdar, sum veruliga gera mun. Tað vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, á.
Tey, sum keypa sær hús, skulu verða stuðlaði beinanvegin
Tað fyrsta, sum eigur og skal gerast, er at stuðla teimum, sum ynskja seta føtur undir egið borð. Sum nú er fáa fólk rentustuðul í sambandi við sethúsabygging, sum verður goldin yvir 30 ár. Ístaðin fyri rentustuðul, eiga fólk at verða stuðlaði beinanvegin, tá tey keypa bústað. Tað er eisini júst tá, tørvurin er størstur.
Hetta skal gerast soleiðis, at fólk fáa afturgoldið MVG av sethúsabygging. Hetta vil lætta munandi um hjá teimum ungu at seta búgv. Eitt hámark skal setast á 700.000 krónur, sum fólk í mesta lagi kunnu fáa endurgoldið.
Fleiri ferðir hevur tað verði tikið uppá tungu, at avtaka MVG av sethúsabygging. Men enn er einki hent. Fólkaflokkurin er kendir fyri at handla, og tað er ikki uttan orsøk. Vit gera tað, sum vit siga. Men tað krevst, at vit koma framat valdinum. Gera vit tað, so verður sethúsabygging frítikin fyri MVG.
Hetta er ein bati, sum veruliga munar – og VERULIGA er neyðugu, skulu vit hava ung verandi í Føroyum.
Egna pensjónauppsparing sum eginfígging
Slóðbrótandi broytingar krevjast, um tað skal gerast møguligt hjá teimum ungu at fáa tak yvir høvdið. Og hesum koma vit eisini við.
Vit ynskja, at tey ungu skulu fáa møguleikan at nýta egnu pensjónsuppsparing, sum eginfígging, tá tey keypa sín fyrsta bústað.
Hetta merkir, at eitt ungt par við miðal-inntøku hevur - eftir 8 ár - spart eina hálva millión í pensjón. Hetta er nakað meira enn minsta kravið, sum peningastovnar seta til eginfígging til bústað.
Við hesum uppskotinum høvdu ungfólk havt møguleikan at sett føtur undir egið borð eftir fáum árum á arbeiðsmarknaðinum.
Eingin orsøk at stúra
Onkur hugsar helst, at hetta kann elva til, at sethúsaprísirnir fara longri upp. Men soleiðis verður ikki – í øllum førum ikki orsakað av hesum uppskoti.
Vit ætla at gera tað soleiðis, at hesin møguleiki bert skal verða galdandi fyri tey, sum seta búgv fyrstu ferð. Eisini skal avmarkast, nær møguleikin í seinasta lagi kann brúkast, soleiðis at skipanin við egnari pensjónsuppsparing ikki verður undirgrivin.
Hesi bæði uppskotini hjá fólkaflokkinum vildu tilsamans gjørt tað munandi lættari hjá teimum ungu at keypt ein bústað. Hetta eru veruligir og slóðbrótandi batar.
Umframt hetta, eru fleiri aðrir batar í familjupakkanum hjá Fólkaflokkinum. Tó verður tað ov drúgt at skriva um allar í hesi grein. Men um eg skal nevna nakrar, so eru tað:
- Hækkaðan barnafráfrátt
- Skattaskipanin javnast
- Botnfrádrátturin hjá kommunum hækkast
- Endurskoða bygningskunngerðina og skjótari matrikulering
- Leiðubústaðir og lestraríbúðir
- Betri barsilskipan
- Hækkaðan barnastudning
Fólkaflokkurin heldur tað hann lovar.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Tingvkinna fyri Fólkaflokkin