Lýsing
Lýsing
Atli vitjar í Norðlýsinum
Árnfirðingar og fólk norðanfyri fara at uppliva eina kollvelting seinni í vikuni, tá nýggju tunlarnir norður um Fjall verða tiknir í nýtslu
Verturin Kristian Joensen fer at tosa við Atla S. Justinussen, býráðslim sum eisini er árnfirðingur. Hvønn týdning fáa nýggju tunlarnir fyri fólk norðanfyri? Tosa verður eisini um býráðsvalið, ið júst hevur verið.
Til ber eisini at senda inn sms á 756565 og verða við í kappingini um ein kassa frá Føroya Bjór.
Sendingin er frá kl. 13 til 15 og kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7
Seinastu tíðindini