Elias verið á øllum fjallatoppunum í Føroyum
14 ára gamli Elias A. Lützen úr Klaksvík er tann yngsti nakrantíð, sum hevur verið á øllum fjøllunum í Føroyum. Eitt satt bragd
Í góðveðrinum seinasta sunnudag var Elias á fjallinum Sátuni, sum er 621 m høgt. Hetta var tó ikki ein heilt vanligur fjallatúrur, tí hetta var nevniliga tað seinasta fjallið av teimum 340 fjøllunum, sum Elias nú hevur verið á.
Sostatt hevur Elias nú verið á øllum fjøllunum í Føroyum, sum tann yngsti nakrantíð. Eitt satt bragd.
Ferðin hjá Elias byrjaði í einum sóttarhaldi í februar 2022. Her setti Elias sær sum mál, sum tá 11 ára gamal, at hann ætlaði at náa allar fjallatopparnar í Føroyum. Og hann hevur mín sann prógva, at um vilji er, so kann ain náa sínum málum. Tí tað er ikki bara bara at ganga fjøllini í Føroyum. Men við tí virðing, sum tað krevur, og við áræði, hevur hann nú sum fyrsta barn nátt allar fjallatopparnar.
Um tað at ganga í fjøllunum sigur Elias, at hetta er nakað sum gevur frið og gleði. Man merkir møði, men ta gleði sum tú fært, tá tú ert á veg oman av toppinum, er gull verd. Og ikki at gloyma tað vakra, tú sært á teimum ymsu toppinum.
Vit ynskja Elias hjartaliga tillukku