Metalveitsla við TÝR
Ongin er sum TÝR. Bólkurin hevur nærum 30 ár á bakið, og teir gerast bara betri og betri. Teir hava ferðast um allan heim við sínum tónleiki við sterku søgunum um kríggj, kærleika og deyða. Teir hava eitt greitt konsept tá teir framføra, men fyrst og fremst er talan um serstakliga vælspældan metal tónleik.
Tá TÝR fara á pall, sær og hoyrir tú hvussu rutineraðir teir eru. Smálutirnir í tónleikinum sita perfekt, og spæl og sangur verður framført til toppkarakter. TÝR er onkurnsvegna blivið ikonisktfyri okkum í Føroyum. Tónleikur teirra ber søgur úr fornari tíð við sær, og eisini er bólkurin onkursvegna blivin talsbólkur fyri Føroyar og virðir okkara. Bólkurin byrjaði sína longu ferð við at nýtulka Ormin Langa, og hevur síðani víðariment sítt útrykk til í dag at hava eitt heilt egið norðurmetalliskt ljóð.
Teir hava fjepparar um allan heim og tá teir, beint áðrenn korona legði Føroyar lamnar, framførdu við Føroyska Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, vóru fjepparar úr útlondum enntá komnir til Føroya á konsert. Tað vitnar um, at bólkurin hevur altjóða format.
Lat tí hárið grógva, so tú kanst headbanga við TÝR til OY Voxbotn 2025. Keyp atgongumerki hjá Effo, SMS og á ebillet.fo fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld.
OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.