Lýsing
Lýsing
Fleiri gestir í Norðlýsinum í dag
Rannvá Isaksen, Eirikur í Jákupsstovu og Steffan Klein Poulsen vitja í "Komið øll við" sendingini í dag frá kl. 13 til 15
Verturin Kristian Joensen fer at tosa við Rannvá Isaksen frá Føroya Sjómannadegi um Ársins Rósu og Jólaskipið. Enn ber til at senda inn uppskot á info@nordlysid.fo
Vit fara at fregnast um standin í løgtinginum við práti við teir báðar Eirikur og Steffan. Eirikur situr í fíggjarnevndini og Steffan býr eisini í Hvannasundi, so hann fær nýggjar tunlar at koyra ígjøgnum í næstum.
Til ber eisini at senda inn sms á 756565 og verða við í kappingini um ein kassa frá Føroya Bjór.
Sendingin er frá kl. 13 til 15 og kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7
Seinastu tíðindini