Lýsing
Lýsing
Jólasøga á bókasavninum
Í jólamánaðinum koma yngru flokkarnir á bókasavnið at hoyra jólasøgu. Hetta er altíð ein góð og hugnalig løta, har bókavørðurin lesur upp og børnini sita pinnastill rundanum og lurta.
Søgan hesaferð var Jólagávan til ommu og er um eina gentu, sum skuldi vera hjá ommuni í vikuskiftinum, ímeðan mamman og pápin vóru uttanlands í ørindum.
Vit hoyra, hvussu gongst hjá gentuni, sum vil geva ommuni tíð í jólagávu, tí omman er nógv upptikin og ynskir sær meira tíð saman við ommudóttrini.
Tá søgan var liðug, fingu næmingarnir eitt jólabókamerki frá bókasavninum, sum teir kunnu hava ímillum sína lesibók ella frílesingbókina.
Hugnaligar og gevandi søguløtur á bókasavninum.
Seinastu tíðindini