Open Call: Filmsinnlating Geytin 2025
Í fjør vann Katrin Joensen-Næs og stuttfilmurin Sæla Geytan. Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2025? Um tú vilt vera við í kappingini um Geytan, so mást tú senda filmin inn í seinasta lagi 13. januar áðrenn midnátt
Norðurlandahúsið samstarvar við Filmshúsið um at skipa fyri stóru stuttfilmskappingini Geytin, sum verður hildin leygarkvøldið 8. februar 2025. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.
Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu.
Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, ið skal vera við í kappingini, mást tú minnast til at senda hann inn í seinasta lagi 13. januar áðrenn midnátt.
Les meira um krøvini til filmin og um kappingina á nlh.fo