Lýsing
Lýsing
Lýsing
Konfirmantar á heysti 2024 | Mynd: Christianskirkjan

Frá 2026 verður Heystkonfirmatiónin flutt fram til Dýra Biðidag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.12.2024 - 21:48 Mentan Tíðindi

Eftir tilmæli frá prestunum hevur kirkjuráðið í Christianskirkjuni gjørt av, at frá og við 2026 verður konfirmatiónin, sum plagar at vera fyrra sunnudag í heystfrítíðini, flutt fram til dýra biðidag. Tað merkir, at tá verða 4½ vika millum konfirmatiónirnar, og báðar verða um várið.

 

Grundin til hesa broyting er, at 7. floksnæmingar á Skúlatrøð hvørt ár sleppa til konfirmantafyrireiking í skúlatíð frá síðst í august til seint í januar árið eftir. Tað merkir, at “heystkonfirmantar” nú eru lidnir at ganga til prest heilar 9 mánaðir áðrenn sjálva konfirmatiónina. Tað er alt ov long tíð, bæði fyri konfirmantar og prestar. Fleiri aðrar kirkjur hava gjørt ella eru í holt við at gera somu broyting.

Við at hava ta fyrru konfirmatiónina pálmasunnudag sum nú og ta seinnu dýra biðidag, verður tíðin millum konfirmantafyrireikingina og konfirmatiónsdagin minkað munandi. Foreldur, ið hava tørv á tí, kunnu eisini (framvegis) velja millum tvey dato, hvat passar betur inn hjá teimum.

Gev gætur, at broytingin verður ikki sett í verk fyrrenn í 2026!

Sostatt verða konfirmatiónirnar í 2025, sum higartil lýst: 13. apríl og 12. oktober.

Men konfirmatiónirnar í 2026 verða: 29. mars og 1. mai.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frá 2026 verður Heyst­konfirmatiónin flut…
Emmaus - Jólatræ fyri børnum
Elias verið á øllum fjallatoppu­num í Før…
Jóla­skipið kemur 20. desember
Útróðrarbátar­nir góðan fiskiskap í nátt
Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Jólasøga á bókasavninum
Open Call: Filmsinnlating Geytin 2025
Metalveitsla við TÝR
Fleiri gestir í Norð­lýsi­num í dag
Pílagrímsferðin
Syngja jólini inn í Árnafirði
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Veðragjólingar­nir farnir út
Nevndin í Suður­streymoyar Sjálvstýrisfel…
Progressiv framgongd er primitiv framgon…
Atli vitjar í Norð­lýsinum
Bleytar gentur gera upp við kapitalismun…
Komið heim og hjálpið okkum at skapa eit…
Tankar um útjaðaran, meðan eg var til go…