Bleytar gentur gera upp við kapitalismuna
Eitt rák á sosialum miðlum hevur tikið seg upp, har heimagangandi gentur og kvinnur í uppsløgum greiða frá síni tilveru sum nøgdar heimagangandi. Hetta hevur fingið fleiri feministar upp úr stólinum, men talan er helst meira um eina uppgerð við kapitalismuna. Kvinnurnar vilja ikki longur mátast á eini kapitalistiskari vágskál, og fleiri, sum kunnu, eru tí farnar av arbeiðsmarknaðinum fyri at raðfesta seg sjálvar í staðin.
24-ára Mia Jones kendi seg longu útbrenda tíðliga. Eftir heimsfarsóttina fór hon í eitt 9-5-starv, sum á pappírinum var leiðin, ein “átti” at ganga. Nú hevur hon hálsað um og er farin at raðfesta seg sjálva í staðin. Í blaðnum Glamour verður sagt, at fleiri kvinnur ikki longur leggja nakað í, um tær ”einki” skapa, sum hevur virði eftir siðbundnu kapitalistisku heimsfatanini. Vit tosa um soft girl-rákið.
– ”Eg upplivi ein vaksandi áhuga fyri tí at vera mamma og at taka sær av tí húsliga. Fólk eru farin at leita eftir betri javnvág og meining í lívinum, nú lívið annars gongur alsamt skjótari fyri seg”, sigur ein kvinna. Ein onnur kvinna, 24-ára gamla Jasmine Darke, sigur, at – ”Eg læri dóttur mína, at tað er í fínasta lagi at binda seg at einum manni”. Sama Jasmine sigur, at hon sær at aðrar kvinnur á hennara aldri eisini vilja fevna siðbundnar kvinnuleiklutir. Javnaldurin Alyssa Kurish sigur, at hon arbeiðir fulla tíð, men at hon leingist eftir tí meira einfalda. Hon var upplærd við, at ein eigur at strevast og stremba, men heldur ikki, at strev og stremban gevur nøgdsemi.
Nevnt verður eisini, at arbeiðsmarknaðurin er innrættaður eftir monnum: – ”Skundsamfelagið er innrættað eftir 24-tíma ringrásini hjá monnum og ikki 28-daga ringrásini hjá kvinnum, og tí føla vit okkum ofta útlúgvaðar og útbrendar”, sigur Erica Dowdy. Hon leggur afturat, at bleytu genturnar ikki skulu skammast fyri ikki at trívast á einum arbeiðsmarknaði, sum ikki varð gjørdur til teirra.
Øll greinin um bleytar gentur í Glamour kann lesast á https://www.glamour.com/story/welcome-to-the-soft-girl-revolution