Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.01.2025 - 20:27 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera kalt fyrstu dagarnar í vikuni. Hósdagin og fríggjadagin ornar nøkur stig.

Hetta til hósdagin fer køld luft at reka ímóti okkum av landnyrðingi ella norði – ælaveður er uppií viðhvørt. Lágtrýstini fara eystureftir sunnan fyri Føroyar og fara at halda til í Norðsjónum ella har um leiðir. Tí fara vit at liggja, har sum tann kalda luftin av leiðunum langt norðanfyri streymar suðureftir.

Hósdagin og fríggjadagin fer ein hátrýstryggur at leggja seg um okkara leiðir. Tá er veðrið vanliga nakað væl betri. Tað fer tað eisini hesaferð – tó undantikið onkra løtu hóskvøldið og fríggjanáttina.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagur:

Lot til frískan vind norðan, 3 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind upp í strúkur, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt kavaælið. Um náttina gongur hann eysturum og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Týsdagur:

Minkandi vindur fyrrapartin úr einum frískum loti til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, meðan tað er hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan, og um kvøldið veksur hann til lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og okkurt ælið í støðum. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Mikudagur:

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin úr einum stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.

Hósdagur:

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í eitt lítið lot og gongur niður í sunnan. Um kvøldið veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Fríggjanáttina støkkur hann vesturum. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Fríggjadagur:

Minkandi vindur fyrrapartin av útnyrðingi niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, sum frálíður smáskýggjað og turt. Seinnapartin minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og um kvøldið niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, meðan ættin gongur niður í sunnan. Hitin 2 til 8 stig. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan