Lýsing
Lýsing
Opið hús á Húsarhaldsskúlanum í dag
Framsýningarnar eru samstunds seinastu sýningarnar í gamla skúlanum
Framsýning av handarbeið, mótashow,
Kafé og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 11. feb.
Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.
Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á kafe, fáa okkurt leskiligt undir góman afturvið einum góðum kaffimunni.
Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.
Framsýningin er opin frá kl. 16:00 til 21:00
Mótasýning er kl. 17.00, 19:00 og 20:00
Øll eru vælkomin
Seinastu tíðindini