Nýggj Reyðakrossbúð letur upp í Klaksvík
Nýggi handilin letur upp 19. februar – á Torradøgum. Endurnýtsluhandilin fer at eita Reyðakrossbúðin í Klaksvík og er staðsett í gamla Dávavirkinum, sum var fyrsta flakavirkið í Klaksvík.
”Hetta er fantastiska spennandi og her eru so nógv fólk, sum longu vilja hjálpa og gerast partur av hesum.” Soleiðis sigur Anna Maria Joensen, virksemisleiðari í spildurnýggja endurnýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi í Klaksvík.
”Vit byrja púra frá ”skratsj”, sigur Anna Maria. ”Vit hyggja eftir, hvør tørvurin er og hvussu áhugin er fyri tí heila”, sigur hon. Anna Maria og tey sjálvbodnu, sum longu eru vorðin partur av Reyða Kross-toyminum í Klaksvík hugsa nógv um at profilera Reyða Kross í býnum og Norðoyggjum og at vísa fólki í økinum á vælgerðararbeiðið, sum Reyði Krossur ger bæði í Føroyum og uttanlands. Tað fer eisini at síggjast aftur í sjálvum handlinum, at hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi er berandi hugsjónin aftanfyri virksemið.
Nógv sjálvboðin
Longu nú, ein lítlan mánað áðrenn Reyðakrossbúðin í Klaksvík letur upp, eru nógv sjálvboðin farin til verka. ”Tá eg taldi í morgun vóru 20 sjálvboðin í virkseminum, so tað er fantastiskt”, sigur Anna Maria, sum greiðir frá, at tey sjálvbodnu nú hava skilt klæðir úr klædnabingjum tríggjar ferðir. Sambært virksemisleiðaranum gongur skiljiarbeiðið ordiliga væl. ”Tað eru sjálvandi nógv ting at fáa greiðu á, tá slíkt skal stáplast upp á beinini, til dømis hvussu vit skulu skilja klæðini, júst hvørjum standi klæðini skulu vera í, tá tey koma út í handilin at hanga og slíkt. Men tað týdningarmesta í hesum virkseminum er, at vit øll fáa eitt gott samanhald. Og tað haldi eg er á einari heilt góðari leið”, sigur hon, og ger greitt, at tað altíð er tørvur á fleiri sjálvbodnum.
Klaksvík nýggi kraftdepilin hjá Reyða Krossi
Anna Maria Joensen greiðir frá, at tá hon av fyrstan tíð hoyrdi um, at Reyði Krossur ætlaði at lata virksemi upp í Klaksvík og at ætlanin var at gera staðið til ein kraftdepil hjá Reyða Krossi fyri alt landið, varð hon beinavegin bitin av hugskotinum. ”Eg skilti á lagnum, at tað var torført at fáa nakran at standa á odda fyri hesum, og tá hugsaði eg at tað kann ikki passa – sjálvandi skulu vit hava Reyðakrossvirksemi í Klaksvík, um tað er tað, ið mett verður er brúk fyri. So, tí tók eg tað á meg. Eg haldi sjálv, at Reyði Krossur ger eitt fantastiska gott arbeiðið og síggi nógv virði í arbeiðnum bæði í Føroyum og uttanlands. So eg hugsaði beinavegin, at hasum vildi eg fegin vera partur av.”
Vitjanarvinir hava verið í Klaksvík í nógv ár og Málkafé hevur eisini verið. Hølini í gamla Dávavirkinum geva góðar møguleikar fyri, at rúma hesum virksemi. Anna Maria sær fyri sær, at tað eisini ber til at hava okkurt kunningartiltak um integratión í Reyðakrossbúðini. ”Málið er, at tá onkur sigur Reyði Krossur, so hugsa allir klaksvíkingar ”á ja, tað er har úti á Dávavirkinum” – og at allir hava hug at hyggja inn”.
Reyðakrossbúðin í Klaksvík verður egin
Ætlanin er, at Reyðakrossbúðin í Klaksvík skal hava sín egna stíl, júst sum, at ongin av hinum handlunum hjá Reyða Krossi eru heilt eins. Tað er nógv upp til tey sjálvbodnu á staðnum, at koma fram til, hvussu handilin skal síggja út.
Anna Maria Joensen leggur dent á, at handilin skal vera dynamiskur. ”Tað er ikki ætlanin at klæðini skulu hanga á somu rekkjum og tingini liggja á sama stað viku aftaná viku. Hinvegin ætla vit, at innrættingin í hølunum kann broytast so hvørt, og at klæðir til dømis kunnu liggja til útstilling í skuffum og á reolum. Vit ætla at vera kreativ. Innbúgvið verður eisini í mestan mun endurnýtsla”. Endurnýtsla verður gjøgnumgangandi hugburðurin í Reyðakrossbúðini. ”Hetta við at hugsa um at endurnýta fram um at keypa nýtt er ein hugburðsbroyting, sum so smátt er við at henda, og hesa broytingina vilja vit fegin stuðla undir. Og so skal tað vera stuttligt at ganga inni í einum endurnýtsluhandli”, heldur Anna Maria.
Søla og virksemi í Gamla Dávavirkinum
Reyðakrossbúðin í Klaksvík fer at bjóða upp á nógv ymiskt. Á handilssíðuni verður størstur dentur lagdur á klædnasølu. Tó verða brúkslutir og bøkur eisini at fáa. Og, sum nakað nýtt, er ætlanin, at tað skal fara at bera til at keypa brúkt amboð á gamla Dávavirkinum. ”Tað er so upplagt, at eisini amboð verða endurnýtt. Tað eru so nógv amboð, sum liggja ymsastaðni uttan at vera brúkt, og í staðin fyri at tey kunnu enda í ruskinum kann onkur annar gerast glað/-ur um at finna tólið hjá okkum. Amboðið kann vera brúkt, men er framvegis í góðum standi”, sigur Anna Maria Joensen.
Tað er eisini ætlanin at hava ein seymiverkstað á gamla Dávavirkinum. ”Hugskotið er, at fólk kunnu koma inn og keypa sær til dømis tvey pløgg, sum tey vilja seyma saman, ella at taka ermarnar av einari blusu, so tað verður ein vestur og ymiskt annað, sum fólk hava hugflog til. Hetta er ein máti at nýta klæðini umaftur og geva teimum nýtt lív. Og so gevur tað pengar til eitt gott arbeiði í hinum endanum.
Helst verður ein kaffikrókur so til ber at seta seg eina løtu og práta. Tað mesta av vinnulívinum í Klaksvík liggur í nærumhvørvinum runt um vágna, og tí leggur staðsetingin upp til ein hugnaligan krók, har tú kanst hyggja út á vágna og vinnulívið hinumegin rútin.
Letur upp á Torradøgum
Reyðakrossbúðin í Klaksvík letur upp 19. februar – á Torradøgum. Á skránni verður tónleikur, nakrar røður og tey, ið koma á gátt kunnu eisini vænta okkurt innslag frá fólki, sum hava arbeitt á gamla Dávavirkinum, tá tað var fiskavirki. Dávavirkið er fyrsta flakavirkið, sum varð bygt í Klaksvík og tí er upplagt, at handilin letur upp júst tá ”Nú vit eru so heppin at sleppa at brúka júst hesi hølini”, sigur Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, sum at enda bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið, tá Reyði Krossur letur upp í gamla Dávavirkinum.