Burðardyggur fiskiskapur tryggjar framtíðina – ikki ovurfiskiskapur
Fyri eitt land, har fiskivinnan er avgerandi, er burðardyggur fiskiskapur eitt týðandi grundarlag undir framtíðar møguleikum – tað er ovurfiskiskapur ikki. Tí varð onnur kós løgd í 2023 – við breiðum stuðli frá føroysku vinnuni – og er hetta eisini rætta kósin fram áleið.
Í grein í miðlunum mánadagin førir Jacob Vestergaard, løgtingslimur, fram, at besta kósin framá fyri føroyska fiskivinnu er framhaldandi ovurfiskiskapur.
Har eru vit báðir púra ósamdir.
Ovurfiskiskapurin ikki haldbarur
Í nógv ár hevur tað millum strandarlondini kring Norðuratlantshav verið ósemja um býtið av uppsjóvarstovnunum makrel, sild og svartkjafti. Hetta hevur ført við sær, at strandarlondini hvør sær hava ásett sær stórar kvotur – tilsamans væl størri enn tilmælini frá ICES. Ár um ár hava londini í felag ovurfiskað stovnarnar við 30-45% í mun til vísindaligu ráðgevingina frá ICES.
Ovurfiskiskapurin hevur ávirkað makrelstovnin og norðhavssilda-stovnin, sum hava verið undir vaksandi trýsti. Tað hevur týdning at minka um ovurfiskiskapin fyri at verja gýtingarstovnin og tann hátt tryggja framhaldandi burðardygt grundarlag í stovnunum.
Greitt er, at gongdin við framhaldandi ovurfiskiskapi ikki var haldbar, tí gjørdu vit í 2023 av at leggja á annan bógv.
Arbeitt hevur síðani 2023 verið fram ímóti at fáa semjur í fyrsta lagi um makrelin og norðhavssildina, og síðani um svartkjaftin. Hetta fyri at leggja lunnar undir burðardyggari fiskiskap og fyri at tryggja føroysku vinnuna.
Makrelsemja í juni 2024
Í juni 2024 gjørdu Føroyar, Norra og Bretland semju um at býta makrel. Føroyski luturin er 12% av mest loyvdu veiðuni og atgongdin at fiska í bretskum og norskum sjógvi er góð.
Uppsjóvarskipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum í bretskum og norskum sjógvi, tá hann er bestur til matna og fær hægsta prís. Ávirkanin á prísin er greið. Miðalprísurin á makreli hjá føroysku uppsjóvarskipunum var í 2023 umleið 6,70 kr. kg. Í januar 2025 hava uppsjóvarskipini fingið umleið 15,30 kr. kg. í miðal fyri makrelin.
Makrelsemjan hevur eisini skapt økt virksemi á føroysku uppsjóvarvirkjunum, á t.d. Pelagos í Fuglafirði og á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, tí góðskan av makrelinum ger, at makrelurin nú verður framleiddur til matna og ikki til mjøl og lýsi sum í 2023.
Atgongdin í bretskan og norskan sjógv hevur eisini ført við sær, at vinnan kann leggja sítt virksemi skynsamari til rættis ígjøgnum árið.
Skoytast kann uppí, at Ísland í 2024 ásettu egna makrelkvotu á góð 122.000 tons, men broytingin í útbreiðslu og ferðingarmynstrinum hjá makrelinum førdu við sær, at Íslandi bert megnaði at fiska sløk 88.000 tons av ásettu kvotuni. Somu viðurskifti vóru galdandi í Grønlandi, sum megnaði at fiska umleið 15.000 tons av ásettu makrelkvotuni á 48.000.
Strandarlandsemja um norðhavssild í desember 2024
Í desember gjørdu Føroyar og Norra strandarlandasemju um norðhavssild. Føroyski luturin er 10% av mest loyvdu veiðuni og semjan førir eisini við sær, at føroysk uppsjóvarskip hava atgongd at fiska alla kvotuna í norskum sjógvi.
Við strandarlandasemjuni við Norra kunnu føroysk skip nú fiska alla ta føroysku sildakvotuna í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki í mun til ferðingarmynstrið hjá stovninum.
Semjan varð gjørd í desember og fer tíðin at vísa, um semjan um sild hepnast eins væl fyri vinnuna, sum semjan um makrel hevur gjørt.
Burðardyggari fiskiskapur og góðska í fokus, ikki bara nøgdir
Makrelsemjan við Norra og Bretland og strandarlandasemjan um norðhavssild við Norra hava ført við sær, at fiskiskapurin eftir makreli og norðhavssild nú er meiri burðardyggur og skynsamari enn áður – og hevur hetta týdning fyri bæði stovnsrøktina og fyri føroysku vinnuna.
Semjurnar geva atgongd at fiska í bretskum og norskum sjógvi og ger hetta eisini, at uppsjóvarskipini nú kunnu hugsa um at fiska bestu góðsku til matna til hægsta prís – og ikki bara hava fokus á at fiska størst møguligu nøgdir uttan fyrilit fyri støðuni í stovnunum og burðardygd.
Fyri eitt land, har fiskivinnan er avgerandi, er burðardyggur fiskiskapur eitt týðandi grundarlag undir framtíðar møguleikum – tað er ovurfiskiskapur ikki. Tí varð onnur kós løgd í 2023 – við breiðum stuðli frá føroysku vinnuni – og er hetta eisini rætta kósin fram áleið.
Dennis Holm, landsstýrismaður