Lýsing
Lýsing

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.02.2025 - 10:01 Tíðindaskriv

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 14. - 16. februar.

 

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava ymsar politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er aðru ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka á leið 60 stjórnarleiðarar, 150 ráðharrar, umframt serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

”Tíðin krevur – kanska meira enn áður - at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Í løtuni er tað soleiðis, at hvør nýggjur dagur merkir nýggjar avbjóðingar. Tí skulu vit taka lut  á teimum pallum, vit kunnu, fyri at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Men trygdarráðstevnan er eisini eitt høvi at hoyra nýggju amerikonsku stjórnina leggja fram sínar ætlanir fyri Ukraina og samstarvið við Evropa sum heild.” 
Aksel V. Johannesen, løgmaður 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burðardyggur fiski­skapur tryggjar framtí…
Sjálvstýri hevur aðalfund og temakvøld
Løgmaður til Týsklands á trygdar­ráð­stevn…
Torraskráin
66 liðið avmyndað í 1979
Edvard Remberg er nýggjur stjóri á Posta
15.000 vilja við til Closed for Maintena…
FarGen tørv á 167 luttakarum afturat við…
Eyvør Klakstein vitjar Norðlýsið í dag
Opið hús á Húsarhaldsskúla­num í dag
Nýggj Reyðakrossbúð letur upp í Klaksvík
Heimskendi Trentemøller kemur at framfør…
At víkja undan byggir ikki land
Samrøða við Sylvan Jakobsen
Triði klaksvíkingu­rin spældi við B68
Omanlop á Selnesi
Eivør á Tórsfest
Danir 400 milliardir í umsetningi av kry…
Útróðurin í dag
Fiski­vinnu­kjak á Torradøgu­num