Samrøðubólkur fyri ung ímillum 18-39 ár, sum hava ella hava havt krabbamein
At vera ungur og raktur av krabba, vera sjúkur og fáa viðgerð fyri krabbamein ella sríðast við seinfylgjur eftir viðgerð og sjúku, kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg.
Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.
Bólkurin byrjar hósdagin 27. februar 2025 kl. 13.00- 15.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Boða frá luttøku, áðrenn mikudagin 26. februar kl. 15.00 á telefon 317959, send ein sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo