Páll Brim útgevur sítt fyrsta føroyska staklag: 'Gleði í Stormi'
Páll Brim hevur áður útgivið løg á enskum, men nú fyri fyrstu fer (undir sínum egna navni) roynir tónleikarin seg fram á Føroyskum. "Gleði í Stormi varð skrivaður í Íslandi í 2013 saman við Brynjar Olsen.
Eg hevði skrivað orðini og funnið nakrar akkordir, men tað var sum um okkurt manglaði. Tá fann Brynjar uppá eitt vakurt fingraspæl og smíðaði eina eyðmjúka solo til lagið.
Síðani tá hevur tað ligið í skuffuni, men nú hildu vit, at tað var uppá tíðina at útgeva lagið. Av tí, at lagið er ein bleytur kærleikssangur, hugsaðu vit tað passaði serstakliga væl, at hann kom út 14. Februar, sum jú er 'Valentine's Day'"
Leinkjur til lagið
-----------
Spotify: https://open.spotify.com/album/2zgaMbSqEtSjnVEjI9xhXI?si=o5-C1F6WTmy9DXjpTcHdVw
Apple Music: https://music.apple.com/dk/album/gle%C3%B0i-%C3%AD-stormi-feat-brynjar-olsen-single/1794248567
(Lagið kemur út á YouTube seinni í vikuni)
Um lagið:
--------------------------
Heiti: Gleði í Stormi
Høvundar: Páll Brim & Brynjar Olsen
Tikið upp, framleitt og mixað: Harald Fonsdal Johannesen
Masterað: Kristoffur Mørkøre
Perma: Rakel Anthoniussen
--------------------------
Páll Brim Joensen: Vokal & guitar
Brynjar Olsen: Guitar & kór
Aksel Dánjalsson Remmel & Borgfríð Fonsdal Johannesen: Kór
Harald Fonsdal Johannesen: Guitar, klaver, harmonika & trummur
Útgivin: 14. Februar 2025