Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Magda Guttesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.02.2025 - 09:23 Tíðindi Veðrið

Seinastu dagarnar hevur hann ligið eystaneftir, og tað fer hann eisini at gera í vikuskiftinum.

Eitt hátrýst er yvir Eysturgrønlandi, og tað sendir luftina suður við norsku strondini og síðani til Føroya. Hetta mynstrið í veðrinum fer at vera í nakrar dagar afturat.

Í dag er ættin aftur eystan, vindferðin er 5 til 10 m/s. Loftið er samdrigið, og okkurt ælið er kring oyggjarnar.

Hitin er 4-5 stig, har hann er mestur. Fer kanska 1 stig longur upp seinni í dag. Náttarhitin er um 2 stig, og tí er hvítt í erva.  

Veðrið fer ikki at broytast tað stóra í dag – uttanso at onkra løtu er tætt millum ælini, og aðra løtu er langt millum ælini. Í aðrar mátar fer veðrið at vera sum tað hevur verið í morgun.

Løturnar, ælini eru, er eitt sindur meira vindur. Tá ælið er farið, er aftur 5 til 10 m/s. Tað er ymiskt, hvussu ælini fordeila seg kring landið – í nógvum støðum helst einki ælið yvirhøvur, meðan onnur fáa meiri enn sín part.

Í morgin er hann aftur eystan, og vindferðin eisini 5 til 10 m/s – og okkurt ælið her og har. Líkist nógv degnum í dag – og í gjár. Hitin í morgin 2 til 5 stig.

Sunnudagin næstan sama veður. 5 til 10 m/s av eystri, men hann fer at hava hug at vera eitt sindur meiri vindur onkra løtu, 8 til 13 m/s. Eitt sindur meira avfall sunnudagin enn í dag og í morgin – tættari millum ælini – og í teimum kundi meiri enn so hent, at tað er vátakavi. Hitin aftur millum 2 og 5 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…