Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu ávirka veðurlagsbroytingarnar Føroyar?

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  17.02.2025 - 23:52 Mentan Myndarøð Veðrið

Hetta var yvirskipaði spurningurin Jesper Theilgaard viðgjørdi í fyrilestri sínum í Varpinum í kvøld, har smá 100 fólk møttu.

Fyrst bað hann um loyvi at taka eina mynd av áhoyrarunum, tí teir vóru rímiliga nógvir, men serliga tí, at nógv tann størsti parturin var mannfólk – bert nakrar fáar kvinnur. Hetta undraði hann, tíð aðra staðni, har hann heldur fyrilestur, vóru tað fyri tað mesta kvinnur, sum lýddu á

Grundleggjandi er tað gott við CO2, tí tað heldur jarðhitanum á einum passaliga ligum støði, og hevur verið soleiðis í øldir.

Men eftir stuttari tíð bert heilt fáum árum er CO2 í atmosferuni tvífalda frá 200 ppm til 400 ppm (mátieind fyri CO2) – Hetta er ein trupulleiki, leggur Jesper Theilgaard herðslu á.

Vit bróka ov nógva orku. Javnvágin forskýtist. Hitalagið broytist - heimshitin broytist. Vit, heimurin brúkar ov nógva orku, sum viðførur ov nógva orku í náttúruni tá serliga í lufthavinum.

Eina tíð var ov nógv svávul í útlátinum, sum eisini ávirkar hitalagið. Men ikki minst ávirkaði tað, at vit fingu súrliga væti, sum eisini ávirkaði vistskipanina – so sum skeljadjór í havinum.

Tá ið so svávulin var tikin úr t.d. brenniolju, minkaði nøgdin í atmosferuni, men tað gjørdi at sól geislarnir sluppum fram og hitaðu høvini ov nógv.

Tó skal leggjast afturat, at tað eru atburður í vistskipanini, vit enn ikki heilt hava stýr á í mun til veðurlagsbroytingarnar.

Tað er staðfest, at jetstreymarnir broytast av upphitingini, sum so aftur ávirkar veðrið. Vit hava longri tíð við sama veðri, somu ætt, sum ikki er gott! Meira orka og hiti yvir høvini, ávirkar ferðingamynstrið hjá bæði lá- og hátrýstunum.

Vit kunnu rokna við enn djúpari látrýstum, sum gevur enn meira vind! Tí kunnu vit spyrja – væl vitandi at vindnormarnir eru munandi størri í Føroyum enn til dømis í Danmark – skulu teir endurskoðast í Føroyum? Kanska verður neyðugt at spyrja: ”Eru ella verða húsini nóg sterk”? ”Skulu vit hyggja nærri at høvuðskonstruktiónum okkara”?

Lívið í havinum ávirkast eisini av veðurlagsbroytingunum. Plankton, orkuføði og havstreymar ávirkast. Tað eru tekin um, at Golfstreymurin, sum hevur rættiliga stóra ávirkan á fiskatilgongdina við Føroyar er í broyting.

Hvat sker Golfstreyminum um nøkur ár, er ikki gott at vita – Tað eru nógvar gitingar um tað. Her skulu fleiri ítøkiligar mátingar og granskingar gerast.

Søgur ganga frá, at giftigur høgguslokkur sæst á okkara leiðum – Tó nakað sunnari enn við Shetland og Orknoyggjarnar. Koma teir kanska enn longur norður og kunnu gerast vandi fyri fisk her s.s. laks?

Ph-virðið fellur, sum ávirkar kálkskelettir í verum í sjónum.

Tað, sum vit síggja og føla, ávirkar okkum. Men tað er sanniliga eisini umráðandi at hyggja eftir, hvussu høvini hava tað!

Tí er umráðandi at vanda sær um, hvørjar orkakeldur, vit eiga at brúka í framtíðini: Vatn-, Vindmyllu- og sólorku – Ja, kanska atomorku!? Hetta so umhvørvið, vit húsast í, ikki verður fyllt av ov nógvari yvirskotsorku.

Jørðin ornar. Tó at talan bert er um 1, 2, ella 3 stig, hevur hetta almáttuga ávirkan á alla veðurlags og vistskipanina.

Tá ið so Trump hevur valt ikki at vera við í altjóða veðurlagsavtalum longur, so hava vit fingið ein mótspælara, sum kann koma at forstýra nógv, so okkara børn – tað komandi ættarlið fáa enn størri avbjóðingar.

Tó undirstrikaði Jesper Theilgaard, at hann ikki vildi gerast nakar dómadagstalsmaður, men avbjóðingar hava vit nógvar, skal verðrið hátta sær betri í framtíðini. Vit kenna nógvar av loysnunum, men vilja vit tær?

Viðmerkingar og spurningar og vóru nógvir, og eisini gekk práti gott aftaná afturvið einum kaffimunni.

Osmund Justinussen, sum er rættiliga veðuráhugaður fekk eitt gott prát við Jesper Theilgaard eftir fyrilesturin og gav honum eina bók hann hevði skrivað - eisini um veðrið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
- Hetta er byrjanin til nakað stórt