Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Liljan Midjord

Februar 2025

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  01.03.2025 - 16:23 Tíðindi Veðrið

Nú er februar 2025 farin um bak – hvussu royndist mánaðurin til veður?

Veðurkortið í februar

Fyrst í mánaðinum lá eitt sterkt hátrýstøki yvir meginlandinum í Evropa. Samstundis vóru fleiri lágtrýst í økinum sunnan fyri Grønland. Flestu lágtrýstini komu tó ongantíð til Føroya, men vóru trýst norðurum ímóti Íslandi. Hetta hevði við sær løtur við regni og ælaveðri frá brúgvaløgum, sum komu inn yvir okkum.

Mynd av veðurkorti frá týsku veðurtænastuni, Deutsche Wetterdienst, 1. februar 2025. Á kortinum sæst eitt hátrýst, 1030 hPa, yvir meginlandinum, ímeðan eitt lágtrýst, 965 hPa, í útsynningi úr Íslandi við einari hitabrúgv tætt við Føroyar.

6. februar hevði hetta sterka hátrýstið flutt seg norðureftir og lagt trýst á tað lágtrýstøkið, sum lá beint vestan fyri Ísland. Hetta hevði við sær, at tað bleyv tætt ímillum isobarurnar yvir Føroyum, og vit høvdu eisini illveður hetta skiftið.

Vindmáting í Havn í februar í ár. Miðalvindurin hevur ligið um 8 m/s. 6. og 7. februar var illveður. Tá kom miðalvindurin á Hoyvíksvegnum upp á 21 m/s, ímeðan harðasta hvirlan var máld til at vera 35,6 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya

Eftir hetta fór tað sterka hátrýstið spakuliga víðari norðureftir, ímeðan lágtrýstini í Norðuratlantshavi fóru at førka seg longur suðureftir og standa í stað vestan fyri Bretland. Hetta hevði við sær eina løtu við eysturætt og turrum veðri um hálvan februar. Sum frá leið fór hetta rákið at hava við sær kaldari luft úr Skandinavia, og miðalhitin lá millum 3 og 5 stig hetta mundið.

Mynd av veðurkorti frá týsku veðurtænastuni Deutsche Wetterdienst 14. februar 2025. Á kortinum sæst eitt hátrýstøki yvir Norðurevropa, har ið hægsta trýstið beint norðan fyri Jan Mayen kemur heilt upp á 1050 hPa. Lágtrýstini standa hesa løtuna í stað yvir Norðuratlantshavinum og hava við sær eysturætt yvir Føroyum hesa tíðina.

Síðst í mánaðinum trekti hátrýstið seg aftur og fór eystureftir ímóti Russlandi. Nú fingu lágtrýstini pláss til at fara longur eystureftir ímóti Føroyum, og flestu av teimum tóku leiðina úr Norðuratlantshavinum í landnyrðing ímóti Arktis, haðani tey fóru fram við Føroyum so hvørt. Seinastu dagarnar í hesum mánaðinum hava eisini verið merktir av ruskveðri yvir Føroyum, har brúgvaløg og óstøðugt vindrák av útsynningi og vestri hava myndað løturnar.

Mynd av veðurkorti frá týsku veðurtænastuni Deutsche Wetterdienst 24. februar 2025. Lágtrýst liggur tætt við Føroyar og hevur við sær vind av útsynningi og nakað av regni úr brúgvalagi haðani.

 

Hvat vísa miðaltølini hjá okkum so fyri februar mánað?

 

Ættin

Samanumtikið hevur ættin verið lág hendan mánaðan. Tó er tað sermerkt, at høgættin nærum ikki hevur verið til í februar mánað. Yvirhøvur hevur ættin verið lág, úr høgum eystri suðurum til lágan vestan.

Mátaða ættin á Veðurstovuni við Hoyvíksvegin í februar 2025. Kelda: Veðurstova Føroya

 

Hitin

Februar er í miðal kaldasti mánaðurin í Føroyum. Frá 1991 til 2020 hevur miðalhitin á Hoyvíksvegi 69 í Tórshavn fyri februar verið 4,0 stig.

Í Tórshavn hava hitamátingar verið gjørdar heilt aftur til 1873. Mesti miðalhitin mátaður í Havn síðani 1873 fyri februar var í 1959. Tá var miðalhitin 6,2 stig. Kaldasti februar mánaður var 10 ár seinni, í 1969. Tá var miðalhitin bert 0,8 stig.

Nú vit í morgin skriva 1. mars, so bendir alt á, at hesin februar mánaðurin verður tann heitasti, ið nakrantíð er mátaður í Tórshavn. Miðalhitin liggur í løtuni á 6,31 stigum, og dagsins forsøgn gevur í løtuni ongar ábendingar um, at hetta miðaltalið fer at lækka.

Eitt annað sermerkt er, at hitin á Hoyvíksvegnum enn ikki komin niður um frostmarkið hendan mánaðin. Lægsta hitamátingin higartil hevur verið 1,3 stig, ið var mátað tann 5. februar kl 04:10 um morgunin. Vit skulu heilt aftur til 1923 fyri at finna líknandi hending, har ið hitin aldrin fór niður um frostmarkið í februar. Tá var lægsta hitamátingin 1,4 stig.

Lágættin í februar 2025 sæst eisini í hitamátingunum, har ið miðalhitin í løtuni liggur um 6,3 stig. Hitalagið hevur verið lutfaldsliga støðugt. Mesti hiti var 11,3 stig; minsti hiti 1,3 stig. Kelda: Veðurstova Føroya.

 

Avfall

Viðvíkjandi avfalli, so regnar tað í miðal 131,2 mm í februar sambært veðurlagsnormalinum fyri Tórshavn frá 1991 til 2020. Í løtuni eru 79,6 mm av regni komið niður í Havn, og hetta er tað lægsta talið fyri februar mánaða síðani 2019. Hetta er tó nakað langt frá turrasta februar mánaðinum, ið hevur verið mátaður seinastu 152 árini. Tað var í 1901, tá ið tað bert komu 19,4 mm av regni niður.

Regnmáting í Havn í januar í ár. Samlaða avfallsmongdin var 79,6 mm. Mesta avfallið hevur verið fyrst og síðst í mánaðinum. Kelda: Veðurstova Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Februar 2025
Myndarøð: KÍ vann 2-1 í síðsta venjingar…
Nýtt føroyskt staklag frá “Brandar” – Hv…
-50% av øllum Fastalávintsklæðum í alfa
Lyon Hansen – Betri enn nakrantíð
Føroya bestu vørumerki 2024 eru funnin
Ársins Fyrstihjálpari 2024 er Símun Debe…
Soleiðis velur Tjóðveldi lands­stýris­fólk
Virðislønt poppstjørna á Summar Festival
Veðrið um vikuskiftið
Team Klaksvík - Neistin sunnudagin
Chapel Hart á Country Festivali­num 2025
Samrøða við Steintór Rasmussen
Vit dansa á HF
Danski uttanríkis­ráð­har­rin, Lars Løkke R…
Nýggj útgáva av sangi hjá Øssuri
Eyðgunn spyr um bíðilistar og bíðitíðir…
Løgreglan hevur tíðindafund í kvøld
Stjørnan fær vitjan av Neistanum
jazzygold – Háaktuellur r&b-poppur