Lýsing
Lýsing
Magna aftur á ting
Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre tók tann 1. mars sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Magna er 38 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Hetta er triðju ferð, at Magna tekur sæti sum varafólk fyri Javnaðarflokkin í hesum valskeiðinum.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. Magna tekur sæti á løgtingi fyri Ingilín D. Strøm, sum er í farloyvi til 31. mars.
Javnaðarflokkurin ynskir Magnu hjartaliga vælkomnari aftur á ting.
Seinastu tíðindini