Jona Henriksen – ein kvinnupolitisk fyrimynd
Í ár eru 50 ár síðani, at fyrsta kvinnan tók sæti á løgtingi. Tað var tá javnaðarkvinnan Jona Henriksen kom inn sum varalimur í 1975.
Jona Henriksen varð borin í heim í 1924. Hon vaks upp úti á Reyni í einum politiskt tilvitaðum javnaðarheimi, og hon var eisini sjálv virkin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelagi, har hon kom í nevndina í 1954. Jona var í Tórshavnar býráð frá 1969 til 1972.
Tá landsstýrið varð skipað í 1975 undir leiðslu av Atla P. Dam, kom Jona inn sum varalimur í løgtinginum árini 1975 til 1978. Á valinum í 1978 bleiv Jona vald á ting, og hon og Karin Kjølbro vóru tá fyrstu kvinnur, sum blivu beinleiðis valdar á ting. Jona sat sum tingkvinna til 1980, og eftir hetta var hon av og á inni í tinginum sum varafólk.
Jona Henriksen var eisini kend sum skrivari í KFUK, eitt starv, sum hon hevði frá 1967 til 1997.
Kvinnupolitiskt var Jona ein fyrimynd við sínum arbeiði í politikki og í KFUK. Hon hevði stóra virðing fyri øllum menniskjum, og hon gjørdi ikki mun á fólki. Tí heystaði hon so nógva virðing millum fólk í samfelagnum.
Jona andaðist í 2006.