Eingin klaksvíkingur í FSF
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður eingin klaksvíkingur í FSF, tá vit tosa um forseta, aðalskrivara og starvsnevndarumboð.
Til dagsins starvsnevndarval hjá FSF fall Fríðin Ziskason við 17 atkvøðum. Jóannes Prestá við 21 og Róin Schrøter við 19 atkvøðum blivu valdir fyri komandi fýra árini.
Hetta merkir, at fyri fyrstu ferð nakrantíð er eingin klaksvíkingur í forsetasessi, aðalskrivarasessi ella starvsnevndarsessi í FSF. Klaksvíkingar hava søguliga sæð havt lutfalsliga sera nógvar álitissessir í hesum størvum í FSF. Tveir teir fyrstu forsetarnir vóru klaksvíkingar og tveir teir fyrstu aðalskrivararnir vóru klaksvíkingar. Og líka síðani 2002 hevur ein klaksvíkingur verið í starvsnevndini.
Forsetar:
1979-1981: Christian Olsen
1981-2002: Torleif Sigurðsson
Aðalskrivarar:
1995-2009: Ísak Mikladal
2009-2023: Virgar Hvidbro
FSF-starvsnevndarlimir:
2002-2010: Rúni Heinesen
2010-2024: Fríðin Ziskason
Á dagsins aðalfundi bleiv Christian F. Andreasen valdur til forseta fyri komandi fýra árini, meðan Sólrun Hendriksdóttir Sørensen bleiv vald uttan atkvøðugreiðslu, tí viðtøkurnar siga, at til hvørt val skal minst ein av hvørjum kyni veljast.
Sostatt er nýggja starvsnevndin í FSF hendan:
Christian F. Andreasen
Anja Rein
Maria Jóhannusardóttir Joensen
Heri á Rógvi
Jóannes Prestá
Róin Schrøter
Sólrun Hendriksdóttir Sørensen