
Gerandispolitikkurin vann valið í Grønlandi
Demokraatit, ”fólkaræðisflokkurin”, var stóri sigursharrin í Grønlandi í gjár. Tað var óvæntað upp á allar mátar, tí flokkurin hevur ikki havt nakra kraftiga meining um hvørki fullveldi ella Donald Trump. Demokraatit hevur lagt dentin á gerandistrupulleikar í valstríðnum, og tað er eftir øllum at døma farið beint inn í hjørtuni á Grønlandinum. Her er ein samanumtøka av grønlendska valinum.
Múte B. Egede úr Iniut Itaqatigiit má helst leggja landsstýrisformanssessin frá sær eftir val-gysaran í Grønlandi í gjár. Flokkurin hjá honum, sum er vinstravendur loysingarflokkur, fór úr 12 sessum niður í 7. Men tað var grønlendski javnaðarflokkurin ella sosialdemokratarnir, sum tóku nógv tað størsta tapið á seg. Teir hava sitið í samgongu seinastu 4 árini, og fóru úr 10 tingsessum niður í 4, sum er teirra versta úrslit nakrantíð.
Stóri vinnarin var Demokraatit, sum er ein borgarligur flokkur, og sum fór úr 3 atkvøðum heilt upp í 10. Ein tílík meir enn trífalding av tingmannatalinum er púra óhoyrd, og Jens-Frederik Nielsen verður uttan iva landsstýrisformaðurin. Hann kann at kalla velja og vraka ímillum samgongur.
Í Grønlandi eru 31 tingfólk, og fyri at fáa meirilutasamgongu skulu tí í minsta lagi 16 tingsessir til. Tað kann hann fáa við Naleraq við 8, Inuit Itaqatigiit við 7 ella við Siumut og Attasut, ið fingu 6 tilsamans. Hesin seinasti møguleikin er tann minst sannlíki, tí hóast Attasut er borgarligur eins og Demokraatit, er Siumut tað ikki. Mest sannlíkt verður tað ein samgonga millum Demokraatit og Naleraq, tí breið semja er um, at grønlendska fólkið vil broyting, og IA hevur sitið í samgongu seinastu 4 árini. Onki er tó vist um samgongu enn.
Áðrenn valið hava allir nú innvaldir flokkar sagt, at teir ikki vilja taka av tilboðnum frá Donald Trump um amerikanska ávirkan og pengar. Einasti flokkurin, sum ikki segði nei takk til tað, var Qulleq, og hann fekk ikki nakað umboð valt í Inatsisartut, ið er grønlendska Landstingið. Eitt sindur skemtiligt ber til at siga, at Trump eisini tapti grønlendska landstingsvalið. Vinnandi flokkurin Demokraatit hevur annars ikki tosað nevnivert um Trump ella geopolitikk í heila tikið í valstríðnum.
Hin stóri spurningurin við útlendskum eygum hevur verið tann um grønlendskt sjálvstýri ella fullveldi. Hann er enn ósvaraður, tí hann tykist ikki at hava havt líka stóran týdning fyri grønlendska fólkið, sum hann hevur havt fyri útlenskar eygleiðarar. IA, sum er loysingarflokkur, fór úr 12 niður í 7 umboð, og tað er sjálvsagt eitt afturstig, men hinvegin fekk fullveldissinnaða Aki-Matilda Høegh Dam eitt kanónval við 2.954 atkvøðum. Hon er nú í Naleraq, ið eisini vil loysa. Attasut, sum er grønlendski sambandsflokkurin, stendur í stað við 2 umboðum.
Gott lag á Naleraq veitsluni við Aki-Mathildu í front. Mynd: Midtjyllands Avis
Valið av Aki-Matildu merkir eisini, at hon tekur seg úr Fólkatinginum, og harvið fær Siumut aftur umboðan har. Inn kemur presturin Markus E. Olsen, ið fekk 329 atkvøður til seinasta val.
Fyri Danmark merkir valúrslitið, at stjórnin har kann anda lættan. Loysingarflokkarnir IA og Naleraq fingu 15 umboð tilsamans, sum er eitt ov lítið til meiriluta, og tað verður litið upp til Demokraatit sum størsta flokk at skipa stjórn. Demokraatit er fyri meira sjálvbjargni, men hevur ikki skund við at loysa.
Ein varislig forsøgn av eftirspælinum av valinum er tí, at Grønland ikki er ávegis úr ríkisfelagsskapinum fyribils, hvørki sum sjálvstøðug tjóð ella sum partur av USA. Fokusið komandi valskeiðið fer helst at liggja á vælferð og at lætta um gerandisdagin hjá grønlendska fólkinum.