Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avgerandi FM-brakið á Giljanesi í kvøld

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  27.03.2025 - 06:33 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld kl. 19 verður triðja og avgerandi FM-finalan í Polestar-deildini millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi.

 

Polestar-deildin, menn:

Fyri góðari viku síðan vann SÍ 3-1 í fyrstu finaluni, sum eisini varð leikt á Giljanesi. Í Mjølni iðra teir seg um, at teir ikki vunnu dystin, tí í triðja og fjórða setti var Mjølnir á odda ávikavist 23-18 og 23-19, men tapti kortini bæði settini og tí eisini dystin.

Fríggjakvøldið eydnaðist so Mjølni at vinna 3-1 á heimavølli í aðru FM-finaluni, men tað var um eitt hár gjørt, tí eisini í tí dystinum kom SÍ gravandi móti endanum á fyrsta og fjórða setti, eftir at hava verið aftanfyri við fleiri stigum, men Mjølnir vann ávikavist 26-24 og 31-29.

Men skal Mjølnir vinna sítt sjeynda føroyameistaraheiti á rað, so skal Mjølnir gera tað, sum einki annað manslið hevur gjørt fyrr, og tað er at vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrstu finaluna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Cruise Faroe Islands sett á stovn
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag aðalfund
Nógv bóltflytarí í teprum KÍ-sigri
Gentur 12 hjá Stjørnuni gull
Stjørnan leikt seg í endaspælið um FM
Veðrið í vikuni
KÍ vann 2-1 á EB/­Streymi
KÍ fjepparar fagnaðu Mjølnir monnunum
Mjølnir ganga inn í hálvleikinum
Myndarøð: Mjølnir vann sjeynda FM á rað
Reinsiverkið Niðri í Gili liðugt
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum, endurl…
Tað var frítt at fara fram við landi
Móðurmálsdagur 2025, nýtt búmerki og aða…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Atkvøð fyri dagsins-leikara og vinn
Kós & ferð
KÍ kvinnur - 07Vestur - 8-0
Lívsins loyndarmál           
J&K Petersen staðfestir góðu gongdina