Vit hava duga væl at umstillað okkum
Elsubeth Poulsen hevur arbeitt á NFCS síðani 1989, tá ið pápi hennara, Anthonius Olsen, saman við Oddmar Juul Samuelsen, Hans Paula Purkhús og Julius Poulsen grundlegði fyritøkuna, sum upprunaliga æt Atlantic Fish Cold Storage, AFCS.
(Grein úr blaðnum)
Samstundis byrjaði eisini Helgi Simonsen sum arbeiðsformaður, sum starvaðist til 2017, tá ið hann gavst vegan sjúku. Saman við Elsu Mariu Simonsen, dóttir Helga eru tær báðar í dag umsitingarligu starvsfólkini á NFCS.
Elsubeth byrjaði av álvara á NFCS í 1994, tá ið hon var liðug á Hægri Handilsskúla. Talan var um truplar tíðir undir søguligu kreppuni, sum var um hetta mundið. Upprunaliga bleiv NFCS bygt til at innfrysta sild og makrel, men kom hetta ongantíð ordiliga í lag, so fyritøkan fekst við annað fjøltáttað virksemi. Farið var undur at arbeiða saman við Faroe Salmon um laks. Hetta var í svárastu krepputíð, men tað var júst arbeiðið við laksinum, sum gjørdi, at fyritøkan hóraði undan. AFCS fór á tvingsilsuppboð, men upprunaligu eigararnir megnaðu at keypa fyritøkuna aftur.
Tíðirnar gjørdust betur og bleiv arbeitt bæði við at skráskerða og frysta svartkalva fyri Royal Greenland, frystu og sukur/saltaðu rogn í tunnir fyri Mills, gjørdu gulllaksafars og frystu laks fyri ymiskar laksafyritøkur. Vit landaðu frystiskip, seldu agn, skóru kalvakotilettir og mangt annað. Tá ið Elsubeth byrjaði at arbeiða í frystihúsinum, var tað á gólvinum og var við til at arbeiða við rognum og gera annað fyrifallandi arbeiðið alt eftir hvussu vertíðin var, sigur hon, og heldur fram:
– ”Síðani fór eg upp á kontórið og kom at arbeiða saman við Egil Johansen, bókhaldara, og hann var serstakliga dugnaligur. Hann gavst í 1998 ella 1999, tá ið hann fór til Kósina at arbeiða. Eg tók síðani skrivstovuútbúgving á skrivstovuni á NFCS, og her var ongin annar við skrivstovuútbúgving. Av tí at pápi hevði havt handil alt sítt lív, so varð hann góðkendur sum lærumeistari hjá mær, sigur Elsubeth. Víðari sigur hon:
– ”Faroe Salmon vildi síðani keypa NFCS, tí teir vórðu vaksnir størri og størri, høvdu meira kapital, og vildu tí fegnir eiga alt sjálvir. Virkið var væl útgjørt til laksavirksemi og tí var tað sera óheppi, at teir fóru undir sítt egna virksemi. Pápi mín og hinir eigarnir vóru so góðir við NFCS, at teir als ikki vildu selja tað. Í staðin løgdu Faroe Salmon og Eystlaks saman og bygdu virkið, har Netastovan er í dag, og tað bleiv so til virkið ”Kryvjing”. NFCS hevði nú einans rognini og frystiskipini at dúva uppá. Hetta lat seg gera av góða rognaprísinum sum var tað tíðina. Prísurin lág um 67,00 kr. pr. kg.”, sigur hon. Men so hendir nakað óvæntað:
– ”Hetta er umleið 2000. Júst tá verða Føroyar hart raktar av ILA, infektiøsum laksa-anemi ella smittandi laksablóðtroti. Virkið stóð fult útgjørt at taka ímóti laksi, og tí kom tað væl við hjá samanløgdu fyritøkuni, at vit vóru klár til at hjálpa til við at slakta sjúka laksin, sum mátti slaktast skjótt vegna sjúku. Hesin laksur bleiv slaktaður fram til 2002”, minnist Elsubeth, og heldur fram:
– ”Tá seldu vit báðar laksa maskinurnar; aðra til Íslands og hina til Norra. Og síðani arbeiddu vit við rognum. Næraberg var nú eisini komin inn í flotan og gav hann sera nógv arbeiði á virkinum.
Vit keyptu ein ”grater’a” (skiljimaskina at skilja fisk við, blðm.) frá Eystlaksi, og fóru so undir eina nýggja tilveru sum landingarmiðstøð. Tað var fult av útróðrarbátum í Klaksvík tá – kaiirnar vóru meira enn fullar – men bert ein landingarmiðstøð. Hetta er umleið í 2005”, sigur hon. Víðari sigur Elsubeth:
Vit skiltu og pakkaðu fisk í kassar til víðari útflutning. Rognatíðin var í januar, februar og mars, og tóku okkum síðani av landingum frá frystibátunum, sum Skálabergi, Sundabergi, Nærabergi og øðrum, sigur Elsubeth Poulsen.
– ”Northern Fish Cold Storage er í dag ein frystigoymsla, ið tekur 2.000 tons av frystum, mest frá línubátum. Eg taki mær av bókhaldinum og tí frysta, meðan Elsa Maria (Simonsen, blðm.) tekur sær av tí feska fiskinum og innan eftirlitinum”, greiðir hon frá.
Oddmar Juul Samuelsen fór úr fyritøkuni, tá ið hon bleiv keypt aftur. Í 2011 ella har á leið gjørdist Julius Poulsen sjúkur, og teir eisini vóru komnir upp í árini, ynsktu eigarnir at selja fyritøkuna við ynski um at hon bleiv verandi á hondum hjá onkrum vinnulívsmanni í Klaksvík. Tað bleiv P/F Kósin við Hanus Hansen sum keypti virkið í 2011. Eingin broyting var, og virkið koyrir víðari sum tað altíð hevur koyrt, sigur Elsubeth, sum sostatt hevur dagligu leiðsluna um hendi.
Elsubeth hugsar aftur um tíðina, tá ið nógv virksemi var og sigur:
– ”Tá ið Næraberg kom, var tað nærmast sum eitt skúlaskip, Har var nógvur ungdómur við, og skipið var rættiliga framkomið, men ofta manglaðu fólk at landa skipið. Tá plagdi pápi (Anthonius Olsen, blðm.) at ringja niðan á skúlarnar á Ziskatrøð, við Ósánna og Tekniska Skúla at spyrja, um næmingar ikki høvdu hug at koma at landa. Tað var ongin trupulleiki at fáa næmingar til tað, og vit hava sæð mong av teimum aftur sum t.d. skiparar, so fleiri eru komin heilt væl undan”, og sigur víðari, at:
– ”Ta einu tíðina høvdu norðmenn kontór á NFCS, tá ið Atlantic Navigator kom í flotan, var hann í størra lagi, so hann noyddist norður í Ánirnar, og vit máttu so norður hagar at landa hann. Tað merkti nógv arbeiði, tí vit skuldu hava alt surimiið og mjølið í land, og síðani skuldi ein rúgva av sukri umborð aftur. Eisini var nógv arbeiði við proviantering og pakningi, og aftur her vóru tað nógvir skúlanæmingar, sum vórðu aktiveraðir”, sigur hon.
Í meðan vit tosa kemur Núpur at bryggju við fongi
– ”Í dag eru vit bert 5 fólk her. Teir tríggir, sum eru í framleiðsluni, hava verið her síðani 1990’ini, og teir eru sera dugnaligir. Teir arbeiða allir fulla viku, og skiftast so um vikuskiftisvaktir, og tað hava teir fult tamarhald á. Teir eru gull verdir. Ein av uppgávunum er at framleiða ís. Tá ið Kryvjing var til, seldu vit nógvan ís til teirra, og tað var framúr gott samstarv. Nú eru ísnøgdirnar minkaðar nógv, men vit brúka sjálvi nógvan ís, og umframt okkum selur Kósin eisini ís”.
– ”Vit royna at hava bygningin í góðum standi og vóru húsini klædd fyri tveimum árum síðani, og tá skiftu vit eisini vindeygu, eins og ein grill er bygd afturat, ætlað Sjómannadegnum. Vit hava ongar ætlanir um at skifta kós, men í fiskivinnuni hendir altíð okkurt alt eftir hvussu lógirnar broytast, og vit eru øgiliga skjót at umstilla okkum, um tað skal vera. Ikki minst hava vit stór og góð høli, og hvat tí grøna rákinum viðvíkir, so hava vit enn oljufýr, men eitt nú, tá ið vit gera ís, so endurvinna vit hitan alla tíðina”, sigur Elsubeth Poulsen at enda.