Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Pól Sundskarð (y)

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.05.2025 - 08:32 Tíðindi Veðrið

Tað er liðugt við tí góða hátrýstveðrinum. Tað regnaði heilt fitt í vikuskiftinum, og í morgun er nógvur vindur sunnanfjørðs.

Fyrstu dagarnar hesa vikuna – fram til miðvikuna – fer eitt lágtrýst at hugna sær beint norðan fyri okkum. Megin fer bert spakuliga úr tí, og tað vil næstan ikki flyta seg.

Mikudagin fer tað at grynnast og at førka seg eystureftir, og so fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir okkum hósdagin. Tá fer veðrið at líkjast tí, vit hava havt í nakrar vikur. Men tað liggur bert ein dag ella so, so fer eitt nýtt lágtrýst at nærkast okkum vestaneftir.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í dag:

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 20 m/s; í støðum norðanfyri bert lítið lot, minni enn 5 m/s. Fyri tað mesta samdrigið og regn, og stundum grovir skúrar. Í kvøld kring alt landið frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Hitin 8 til 10 stig, í nátt niður í 6 stig.

Í morgin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska onkur sólglotti. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 9 stig, mikunáttina niður í 6 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, kanska onkur sólglotti. Sum líður á seinnapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hósnáttina lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 10 stig, um náttina niður í 6 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot vestan 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, hálvskýggjað og sólglottar, tó okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot vestan 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, smáskýggjað og sólglottar, men kanska okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 11 stig, um náttina niður í 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum