Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Visit North

Norðoyastevnuveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.05.2025 - 14:19 Tíðindi Veðrið

Nokkso skiftandi veður hesa norðoyastevnuna. Eitt lágtrýst fer at ganga beint á okkum. Tað er ikki so djúpt ella máttmikið, men tað fer at hava við sær skiftandi veður av næstan øllum ættum.

Eitt brúgvalag við regni fer at leggja seg yvir okkum leygardagin. Tað fer at regna í nakrar tímar, og út á kvøldið og um náttina er turt.

Sunnudagin er lágtrýstið farið eysturum, og eftir tað fer køld luft at reka ímóti okkum av útnyrðingi. 

Í dag liggur hann av útsynningi, næstan ikki ein ond. Vindmátarar okkara vísa upp í 3 m/s onkrastaðni. Loftið er skýggjað, í støðum er onkur sólglotti, men eisini okkurt ælmusk í øðrum støðum. Hitin liggur um 10 – 11 stig.

Hetta veðrið heldur fram allan dag. Í kvøld gongur hann niður í sunnan, og tað er so einasta broytingin í veðrinum, sum sæst í dag.

Hann fer at liggja av suðuri í nátt, men fyrrapartin í morgin gongur hann eysturum til landsynning, vindurin fer at veksa upp í 3 til 8 m/s, og skýggini fara so við og við at kennast tyngri. Á middegi er hann farin upp í eystan, vindurin er vaksin upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og út á seinnapartin fer at regna.

Vit skulu rokna við regni allan seinnapartin og eitt sindur út á kvøldið.

Um kvøldið slítur í, hann fer niðuraftur í sunnan, og vindurin minkar niður um 5 m/s. Enn samdrigið loft tó ikki to tung og lágthangandi.

Hitin í morgin 7 til 12 stig.

Sunnunáttina melur hann av ymsum ættum við litlum vindi, men út á fyrrapartin sunnudagin gongur hann upp í útnyrðing. Vindurin fer at veksa upp í  5 til 10 m/s, skýggjað loft og okkurt ælið í støðum.

Sunnukvøkdið minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s.

Hitin sunnudagin 5 til 10 stig.

Góða norðoyastevnu

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum