Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan brynjar seg til komandi kappingarár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.06.2025 - 15:43 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Hevur sett venjarar bæði til vaksnamanna- og ungdómsdeildina

Eftir seinasta aðalfundin hjá Stjørnuni, fór nevndin beinanvegin í gongd við at fyrireika komandi kappingarár. Ein stór uppgáva, sum greiða skuldi fáast á, var venjaraspuningin hjá bæði teimum vaksnu og teimum yngru. Nevndin boðar nú frá, at tey eru komin á mál við venjarspurninginum.

Fyri at halda seg í form, hevur besta kvinnuliðið vant javnan, síðani kappingin endaði. Eftir venjing í morgun bjóðaði felagið til morgunmat, og her bleiv nýggi venjarin hjá besta kvinnuliðnum presenteraður. Nýggjur venjari verður 31 gamli havnamaðurin Terji Mørk. Hóast Terji ikki áður hevur vant bestu deildina, so hevur hann drúgvar royndir sum venjari hjá Neistanum, m.a. hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mannsliðnum. Eisini hevur hann verið landsliðsvenjari hjá  U17 drongjum. Terji kemur frá eini kendari hondbóltsfamilju, pápin, Jógvan Martin Mørk, var ein ímynd av besta mannsliðnum hjá Neistanum í 70´unum og 80´unum, og leikti hann eisini á føroyska landsliðnum. Systkini hjá Terja hava eisini verið millum bestu hondbóltsleikarar í landinum.

Norðlýsið fekk orið á Terja, og sigur hann, at hann er sera spentur uppá uppgávuna. Hansara fatan er, at Stjørnan er eitt vælvirkandi felag. Hann metur, at felagið hevur eitt gott kvinnulið, og við eitt sindur at styrki til liðið, sum tað eisini verður arbeitt við, so eru vónirnar góðar til komandi kappingarár.

Tá tað kemur til ungdómsdeildina, so spennur Stjørnan seg rættiliga út. Avtala er gjørd við 23 gamla danan Carl Vej.  Hóast sín unga aldur, so hevur Carl drúgvar royndir sum ungdómsvenjari, og hevur m.a. arbeitt saman við fyrrverandi høvuðsvenjaranum hjá Stjørnuni Per Klarup. Avtalað er, at Carl skal hava høvuðsábyrgdina av g10 og g12 og 14, umframt at hjálpa til við venjingumum hjá hinum yngru liðunum. Eisini kemur hann at virka sum hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum.

Eisini er avtalað gjørd við vældámda vestmenningin Sámal Jákup Djurhuus um, at hann verður høvuðsvenjari hjá g14 og g16. Umframt Carl og Sámal Jákup, so verða fleiri av leikarunum á besta kvinnuliðnum knýttir at venjingunum hjá yngru liðunum.

Seinasta kappngarár var skipað fyri ”Trille Trolle” hondbólti. Hetta er hondbóltspæl fyri heilt ung børn, og var undirtøka sera góð. Stjørnan boðar frá, at hetta tiltakið verður endurtikið.

Sum nakað nýtt var eisini seinasta kappingarár skipað fyri ”5 a side” hondbólti. Hetta er hondbóltur fyri 30+ bæði kvinnur og menn, og sum ikki luttaka í tveimum teimum ovastu deildunum í hondbóltskappingini. Her møtast fyrrverandi hondbóltsleikarar og onnur sum ikki hava roynt hondbólt áður. Eftir venjing verður boðið til ein drekkamun. Eisini her hevur undirtøkan verið sera góð, og fólk hava hugnað sær óført. Ætlanin er at hesin tátturin verður uppafturtikið komandi kappingarár.

Regin Sivertsen formaður í Stjørnuni leggur afturat, at tað er við góðum treysti, at lagt verður til brots til eitt nýtt kappingarár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Nøglin
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna
Nøglin beinleiðis í morgin kl. 15
Motorsagin riggar – 1,7 milliónir børn l…
Emma Ljungdahl nýggjur leikari í KÍ
Søguligt fyl vekir nýggja vón fyri tað á…