Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dias 7 í framløguni hjá Ruth Vang um fíggjarlógaruppskotið fyri 2026. Neyðugt er at hava gott tol, býrt tú til leigu ella ert bústaðarsøkjandi. | Mynd: Fíggjarmálaráðið

Bústaðir og býlisstuðul lata enn einaferð bíða eftir sær

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2025 - 16:59 Politikkur Tíðindi

Tey, sum vænta (og vanta) ein bústað, og tey, sum leiga, mugu enn einaferð sláa kalt vatn í blóðið og brynja seg við toli. Í framløguni hjá Ruth Vang um fíggjarlógaruppskotið varð endurtikið undir yvirskriftini ”Bústaðir eru ein fortreyt”, at arbeitt verður við málinum, og at tey nústani høvdu ”eyðmerkt avbjóðingarnar”, sum tað varð orðað. Leigustuðulin var ikki við í fíggjarlógaruppskotinum, men bíðar til seinni í heyst, varð sagt.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá Ruth Vang, ið lagt varð fram í morgun, so er gott í væntu á samferðsluøkinum: Suðuroyartunnilin fær 100 milliónir afturat, farleiðin til Tjørnuvíkar 5 milliónir, verandi brýr og tunlar fáa 14 milliónir til dagføringar, brúgvin um Streymin 22 milliónir, og so verða 12 milliónir brúktar til asfaltering. Byrjað verður at gera nýggjar ferjur til Kalsoyarleiðina í 2026 og eina aðra ferju til Fugloyar- og Svínoyarleiðina. Kalsoyarferja verður klár í 2028. Hørðu virðini fara ikki at hava tað heilt galið í bráttkomandi tíðum.   

Flosklar um bústaðartrupulleikan og býlisstuðulin

Men tá tað kemur til bústaðartrotið, so var framløgan hjá Ruth Vang ikki so upplyftandi. Boðskapurin er framvegis hin sami sum mongu undanfarnu árini, nevniliga at ”Arbeitt verður við loysnum”, ”Avbjóðingar eyðmerktar”, ”Uppskot eru á veg” og ”Tillaging tekur tíð”, stendur í framløguni. So bústaðarsøkjandi mugu framvegis brynja seg við toli. Enn meira toli.

Tað sama ger seg galdandi við býlisstuðuli til leigubústaðir. Í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at ”Endamálið við leigustuðulinum er at skapa javnvág í bústaðarmarknaðinum og tryggja, at tey, sum ikki eiga sítt egna heim, fáa ein stuðul til bústaðin. Stuðulin verður veittur mánaðarliga. Ætlandi fær leigustuðulin virknað á vári 2026.”, og víðari stendur, at uppskotið kemur í vetur, og at tað verður innanfyri karmin upp á 7.171 mió.

Tað er tó eitt sindur ivasamt, hvussu tað skal skiljast, tí Ruth Vang segði eisini, at undirskotið upp á 173 milliónir ikki er endaliga talið, men at endaliga undirskotið bíðar eftir leigustuðlinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býarbussu­rin fer at koyra fleiri túrar
Bústaðir og býlisstuðul lata enn einafer…
Saman um krabbamein – landsinn­savning 26…
Plenuklippa­rin rakar Norð­oyggjar – men g…
Roykjarar skulu minka um hallið hjá samg…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
Mentan­ardagu­rin Heystglóð verður í Klaks…
Fíggjar­mála­ráðið ikki heilt vaknað?
Fíggjar­lógin 2026: Dentur lagdur á haldf…
Ljós í skúrunum
Fýra nýggir lærlingar hjá Kanjon
Fólka­tingið: Fartelefonin skal út úr fól…
Fosturtøka vegna sjúku, ættarbregði og t…
Hvussu stórar inntøkur fær lands­kassin a…
Hvat vilja føroyingar ?
Lions Suðuroy stuðlar Alzheimer­felagnum
Føroyar til EM í talvi
Prof. Christian Bartholdy     
KÍ hevur bara einaferð skorað fleiri mál
Føroyar varðveita somu kredittmeting