Býarbussurin fer at koyra fleiri túrar
Frá 1. oktober fer leið 2, sum koyri til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjørð, eisini at koyra millum kl. 10.00 - 12.00.
Staðbundna nevndin á Norðoyri hevur í fleiri umførum víst á, at tørvur er á at fáa fleiri túrar á ferðætlanina fyrrapart. Tey hava víst á, at tað bæði er gagnligt fyri skúlabørnini í økinum, men eisini fyri Baldursbrá, sum serliga ger túrar fyrrapart.
Borgarstjórin, Karl Johansen, fegnast um, at býráðið kann ganga hesum ynski á møti.
- Borgarstjórin hevur fund við staðbundnu nevndirnar fýra ferð um árið. Javnan verður eisini skipað fyri ástøðisfundum, har fundur verður hildin í avvarðandi øki. Hetta er ein góð skipan, sum gevur borgarunum góðar møguleikar at vísa á, hvørjir tørvir eru í økinum.
- Tað er sjálvsagt ikki øll ynskir, sum bera á mál, men eg gleðist um, at hetta málið er rokkið, sigur Karl Johansen.
Í fyrstu atløgu er talan er um eina royndarkoyring restina av árinum.