Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  31.01.2026 - 08:00 Tíðindaskriv

Týsdagin 2. Februar fyllir Skótafylki Sigmunds Brestissonar 100 ár, og hetta verður hátíðarhildið við móttøku í Skótahøllini við Havnará sama dag.

 

Skótafylki Sigmunds Brestissonar er elsta skótalið í Føroyum, og sostatt er hetta eisini eitt hátíðarhald fyri føroysku skótarørsluni sum heild, nú skótaítróttin og skótavirksemi í Føroyum hevur 100 ár á baki.

Dyrnar í Skótahøllini lata upp klokkan 14, og sjálv móttøkan verður millum klokkan 16 og klokkan 18.

Sigurð Lamhauge, fylkisstjóri, fer at siga nøkur orð um søguna hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar, umframt hvat stendur fyri framman, og eisini fer Ingun N. Olsen frá frímerkjadeildini hjá Posta at siga nøkur orð um frímerkjaútgávu í sambandi við 100-ára føðingardagin.

Skótafylki Sigmunds Brestisson hevur arbeitt við einum minnisriti, og meira verður eisini at frætta um hetta.

Sjálvandi verður ein kaffimunnur at fáa við onkrum søtum afturvið, og til ber at skoða myndir og blaða í dagbókum frá savninum.

Hetta er eitt sera gott høvi hjá gomlum skótum at koma saman at minnast gamlar skótadagar – og ongantíð betri, um hetta verður gjørt í búna og turriklæði – men øll onnur áhugað eru eisini hjartaliga vælkomin framvið at hoyra eitt sindur um tey farnu 100 árini í føroyskum skótahøpi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…
Eirikur Jákupsson nýggjur stjóri á KG
Mjølnir - Ternan í kvøld
Muslimskur depil og útlendinga­lógin
Nú verður aftur "kirkjudagur" í Norðoygg…
Freistin at søkja um stuðul til útoyggja…
Samstarv styrkir tænastustøðið
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi