Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høvuðsútbúgvingarstørv krevja uppnormering

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.02.2026 - 11:45 Tíðindaskriv

Heilsumálaráðið og danska Sundhedsministeriet kundu herfyri kunngera eina avtalu um samstarv um høvuðsútbúgvingarstørv (HU-størv) fyri føroyskar læknar. Avtalan inniber í stuttum, at tað skal verða gjørligt hjá føroyskum læknum at taka ein størri part av sínari serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum frameftir.

 

 

Yngri Læknar eru sera fegin um hesa avtalu, og vit meta tað vera týdningarmikið fyri menningina av føroyska heilsuverkinum, at fleiri læknar útbúgva seg í Føroyum í høvuðsútbúgvingarforløbum. Hetta er við til at tryggja serlæknamanningina frameftir, og HU-læknar eru eisini við til at lyfta fakligheitina í sjúkrahúsverkinum.

Við avtaluni er møguleiki at upprætta upp í fimm HU-størv á sjúkrahúsinum árliga. Væntandi kunnu hesi størv lættliga setast av alsamt vaksandi talinum av útbúgvingarsøkjandi yngri læknum. Í mun til teir ávísu sjúklingabólkarnar, er tað eisini samsvarandi ein fakligur tørvur á so nógvum HU-størvum árliga. Trupulleikin er, at tað er fullkomiliga órealistiskt at kunna seta so nógvar HU-læknar á Landssjúkrahúsinum innan fyri núverandi karmar. Hetta er grundað á, at normeringin á teimum ymisku deplunum í dag als ikki røkkur til at útbyggja útbúgvingarmøguleikarnar. Yngri Læknar hava í fleiri ár víst á, at vaktløgini á serliga medinska deplinum og skurðdepilinum eru álvarsliga undirmannað. Í stuttum kann sigast, at núverandi normering einans røkkur til at dekka tað akutta virksemið. Hóast akutta virksemið er vaksið sera nógv seinastu árini, so er normeringin kortini ongantíð endurskoðað. Tískil meta vit, at núverandi normering als ikki røkkur til at dekka dagligu arbeiðsuppgávurnar.

Nú Heilsumálaráðið leggur upp til at seta upp til fimm fleiri HU-læknar um árið, so vóna vit, at fíggingin eisini fylgir við, og at tað endiliga verður gjørd ein endurskoðan av normeringini av yngru læknum á Landssjúkrahúsinum.

 

Yngri Læknar Føroyar

 

*ein lækni skal hava eitt høvuðsútbúgvingarstarv, tá viðkomandi skal specialisera seg til serlækna

Lýsing
Seinastu tíðindini
P-dagur í dag
Stórur dagur á TSK
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Heimurin á einum vegamóti
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Torradagar á Norðoya Fornminna­savni
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Nýggjur leiðari hjá Føroya Banka í Klaks…
Talvlands­kappingin løgd út á blik
Vælkomin Yui Shibuya
Nema ger størri íløgur og styrkir virkse…
Barnaár­ini í Svínoy
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í N…
Torravikan í Café Fríðu
Tað var ein frægd at hoyra Ásmund greiða…
Graseinkjukvøld á Torradøgum
Brekumboðið: Brekrættinda­sáttmálin ikki…
Guðrið Højgaard: - KG verður flottasta h…
Lýsing