Lýsing
Lýsing
Lýsing

Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafestivalinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.02.2026 - 21:25 Mentan Tíðindaskriv

Kom við til setanina av Føroyska bókmentafestivalinum 2026 mikudagin 25. februar 2026 kl. 16-18 á Býarbókasavninum í Havn

 

Býarbókasavnið er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.

Í ár hugsa vit við landinum. Evnið er Geo-poesi og Geopoetikkur, ein tilgongd til bókmentir og list, ið kannar djúpa sambandið millum landslag, menniskja og málið. Vit hava eisini rithøvundar, ið skriva uttan fyri hetta evnið, t.d. úr Kina, USA og víða um.

 

Skrá:

  • Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin
  • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, setur festivalin
  • Kim Simonsen, festivalleiðari, framløga av tema fyri festivalin

Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum.

  • 16.20 Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025
    Samrøða við Maritu Thomsen, týðara
  • 16.30 Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics. Um geopoetikk
  • 16.45 Jon Ståle Ritland (Noreg) Upplestur og samrøða við Kim Simonsen Kaffi
  • 17.15 Yrkingaupplestur. Kristín Eiríksdóttir (Ísland). Anna Fohlin Mattsson (Svøríki). Maja Lucas (Danmark)
  • 17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin sæst á https://www.faroeislandsfestival.net/

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar