Ummæli: Gud signi Fólkakirkjuna
Eftir at ein við áhuga hevur fylgt við í sendirøðini, Gud signi Føroyar, var ein ikki sørt spentur til hendan partin, nú fyrrverandi statskirkjan, núverandi føroyska fólkakirkjan var til viðgerar. Tók sum givið at KVF fór at lýsa onkrar “trauma” søgu, eins og gjørt varð í sendingunum um fríkirkjurnar. Men her kom eingin dramatisk "case" og tað undrar almikið.
Kirkjan hevur ikki einans verið ein av fleiri makthavarum í samfelagnum, men hevur langt inn í undanfarnu øld sitið tung á sjálvari maktini í samfelagnum og hevur so at siga stýrt sjálvum undirvísingarverkinum. Um leisturin frá undanfarnu sendingum skuldi fylgjast, har leitað varð heilt aftur í fyrra partin av undanfarnu øld at finna dømir um traumatiseraði børn, so lá tað til høgrabeinið at tosaðu við onkran, sum hevði uppliva “kontanta ella ógvusliga avrokning” tí hann ella hon ikki vildi læra kattekismus í Fólkaskúlanum ella okkurt líknandi dømi. Kanska kundi samrøða verið gjørd við børn, sum vóru tvangsflutt frá foreldrum sínum, tí tey ikki vildu lata smáu børn síni doypa, so djevulin ikki fór við teimum.... o.so.fr....
Ístaðin fingu vit fyri fyrstuferð eina meiri akademiska og hugaráks kenda sending, har teir grundleggjandi spurningarnir vóru viðgjørdir. Men tað kendist so politiskt korrekt, at eg fleiri ferðir hevði hug at sovna. Eingin ógvuslig djevulsmynd, meðan prestur bað eina unga gentu “avnokta djevulin og gerningar hans” frammanfyri kirkiliðinum, nei alt var vakurt og fólkaligt.
Almenna kirkjan bleiv í sendingini søgd og lýst at verða ein ógvuliga fjølbroyttur stovnur og stendur hendan lýsingin eftir sum ein ansøgn til lýsingina av fríðkirkjunum, har sterkasta myndin, sum stendur eftir í hugaheiminum er at minnilutabólkar verða útihýstir samstundis, sum børn og ungdómar vóru útsett fyri traumatiskum upplivingum saman við demonum og djevlum. Enntá fanin sjálvur var avpussaður og poleraður til hesa sendingina, og tá hann var nevndur var hann skolaður niðurum við søtum kirkjutónum, meðan hann í undanfarnu sendingunum stóð sera sentralur í sendingini við undurliggjandi dramatiskum tónleiki samstundis sum hann var lýstur við málningum úr miðøldini.
Teir meira nútímans og "breitt hugsandi" prestarnir vóru heldur ikki spurdir nærri um teir lærusetningar, sum teir annars eru bundnir til at prædika hvønn sunnudag har himmal, helviti og gud og djevulin eru veruligir hóast hesir prestar sjálvir siga seg ivast í ella als ikki trúgva teimum.
Eisini kendist tað sum um at elefanturin í rúminum bleiv als ikki umrøddur.Tí hóast prestarnir tyktust verða samdir um at læra Jesusar hevði størstan týdning, so bleiv spurningurin um bíbliuna/Jesus og eina samantvinning av politiska versliga valdinum als ikki viðgjørdur í dýpdini.
Sendingin var áhugaverd, men stendur í andsøgn til undanfarnu og haldi eg vísir myndir úr ymisku kirkjunum og samkomum, sum ikki er sambæriligar, tí sendingin viðgerð samkomur og kirkjuna so ymiskt. Hóast teologiski munurin millum prestarnar var áhugaverdur og var viðgjørdur í sendingini, tyktist tað verða óneyðugt at proppa so nógvar prestar inn í somu sending. Rúm átti at verið givið til kirkjulívið eisini, sum er mynda í størri mun av kirkjuliðnum enn prestunum.
Sendingin í kvøld var í sær sjálvum áhugaverd, men trupult var at skilja hví “stílurin” í sendirøðini er broyttur so grundleggjandi, sum vit vóru vitni til í kvøld. Men kanska vit skilja hetta tá vit hava sæð komandi sending.