Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ummæli: Gud signi (ikki) vísund?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.04.2018 - 13:29 Mentan Politikkur

Fimti partur av sjónvarps røðini, sum Heini í Skorini hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya varð sýndur hóskvøldi. Evni hesuferð var grøðing, vísund, kristindómur, menningarlæra og skapanarlæra. Sendingin varð eins og undanfarna sending sera áhugaverd, men tó var lýsingin av evninum avmarka og lýsti næstan bara teir uttastu polarnar.

Tað var áhugavert at hoyra skúlaleiðsluna í privata skúlanum í Kelduni greiða frá grundarlagnum undir privatu verkætlanini, sum hevur fingið sera góð undirtøku í Eysturoynni. Hon greiddi frá at skúlin lærir børnini eisini at seta spurnartekin við vísundarligar teoretikarar. Hetta kann neyvan skaða, hóast persónliga hugsan skúlastjórans um at menningarlæruna hjá Darwin fylti nógv í sendingini. Vit fingu fleiri ferðir í sendingini at vita, at skúlastjórin helt at menningarlæran hjá Darwin er í stríð við Bíbliuna, og hetta varð nýtt sum útgangstøði hóast skúlastjórin eisini segði at skúlin undirvísti í menningarlæruni.

Tá tað kemur til viðgerð av fríkirkjum, hevur Heini sans fyri tí dramatiska og tí var sendingin merkt av andaligum og vísundarligum sølumonnum, á hvør sínum veingi seldu lágprís grøðing og so tær "best prógvaðu vísundaligu teoriirnar".

Sæmbært ástøðinum í sendingini er munur á prógvum og sokallaðum bestu prógvum?

Hetta fekk meg at hugsað aftur á ein áhugaverdan panelfund á mannstevnu, vesturi á Zarepta har menningarlæran varð til umrøðu.

Tá ein av yngru kjakarunum bar fram sítt sjónarmið at fyrsta Mósibók greitt sigur at alheimurin varð skaptur í 7 dagar, tók ein eldri maður úr Søldafirði orðið, og vísti á at ein av stovnarunum og undangongumonnunum í brøðrasamkomuni var ikki samdur í hesum og helti meira til tankar, sum eitt nú "Gap" har grundtankin er at eitt langt tíðarskeið var ímillum 1. og 2. vers í fyrstu Mósubók. So longu tá hava ymisk sjónarmið verið um skapanarsøguna.

 

Fake News.

Sambært kanning sum KVF hevur umbiðið, vraka størsti parturin av føroyingum menningarlæruna, og hetta var sett upp sum eitt av hæddarpunktunum í sendingini. Í tíðindasending á døgurað í dag varð nógv gjørt burtur úr hesi kanningini, men her leypur altso ketan hjá mær av.

Tað er ein stórur trupuleikin fyri kanningina at spurningarnir eru orðaðir torrskilt og klossutu. Tað sæst aftur í úrslitinum, har næstan 1/3 av teim spurdu svara, at tey vistu ikki hvat tey skuldu svara. Eftir at eg havi lisið spurningarnar fleiri ferðir, havi eg sjálvur havt sera trupult við at svara. Tí orðingin av spurningunum í kanningini gera, at sigur tú ja til annað svarið, útilokar tú at siga ja til hitt. Svararin er noyddur at velja ímillum Darwin og Gud.

Nú kenni eg ikki privatskúlan hjá Kelduni, men men eg minnist einki til at vit í Ósáskúlanum vóru bítt sundur í kreationistar og evolutiónistar

 

Landsstýriskvinna í menningar(fr)øði

Landsstýriskvinnan í mentanarmálum, luttók eisini í sendingini, hóast hon var merkiliga fráverandi tá Kirkjan sum hon er hægsti myndugleiki í, var til viðgerar. Hon læt ongan iva verða um hvat hon meinti um privata spíran í Eysturoynni. 

- Vónandi fáa hesi børnini ikki álagt at hava somu áskoðan sum - hesi vaksnu - sum siga tað við tey, tí tú mást heldur ikki har hava tað uppgávu, at tú skalt frelsa børnini, í skúlanum, var eitt av prikunum frá  landsstýriskvinnuni og legði hon forhansiliga og áminnandi afturat: "… hattar er altso eisini ein skúli!"

 Tað kendist ikki sørt løgið tá Landsstýriskvinnan enntá úttalaði seg um tørvin, sum hon helt einans børnini í privatskúlanum í Skálabotni hava: "…..júst hesi børnini hava eftir mínari meining ein tørv á at koma í ein Fólkaskúla, at verða útfordraði á øllum øðrum mótum í tilveruni….".

 Eisini ivaðist landsstýriskvinnan í hvussu lætt tað var at hava eftirlit við tí sum fór fram á skúlanum: "….tí tá tú hevur fingið eina góðkenning frá skúlamyndugleikanum hevur tú ikki so lætt við at gjøgnumskoða tað sum hendir….."

 Her haldi eg at landsstýriskvinnan hevði gjørt væl í at sópa fyri egnum durðum og roynt at fingið sínar egnu royndir at rudda skúlastovurnar fyri óynskt element.

 

Grøðing uttan dramatikki

Besta lýsingin í sendingini varð av grøðingarmøtunum, har mennisku við bæði lættari og álvarsomum sjúkum leita sær hjálp. Her só vit eingi blind, deyv ella aðrar sjúkur í Bíbilskum dimisjónum verða grøddar.  Men vit upplivdu hvussu fjøld av fólkum leitaðu upp sálar og likamsbót, og eisini søgdu mong seg at hava fingið tað tey leitaðu eftir.

Samanumtikið var fimta sendingin áhugaverd, men byggir samstundis undir fordómar, sum fólk ið ikki trúgva uppá nakran Gud hava um tey sum trúgva á ein Gud.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum