Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnunýskipanin tekur livibreyðið frá 25 familjum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.07.2018 - 00:31 Politikkur Tíðindi Vinna

- Vit eru fleiri enn 25 menn, sum missa okkara starv, og av okkum eru 9, sum í løtuni byggja ella hava júst keypt sethús til familjuna, sigur ein av teimum 25 monnunum, sum missa sítt starv, nú Sjúrðarberg verður seldur av landinum. Høvuðsorsøkin er fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum, sum hevur tikið grundarlagið undir hesum trolaranum í Klaksvík, siga tveir av uppsøgdu monnunum.

Tað er ringur hýrur á manningini umborð á Sjúrðarbergi í hesum døgum, tí hóast tað enn ikki er blivið alment, so er tað manningini greitt, at teirra arbeiðspláss hesi seinastu mongu árini, nú verður selt av landinum. Hetta hendir ikki tí tað er fiskaloysi, ella tí JFK er illa stýrt, - nei orsøkin er politisk.
 
Menningarkvotur
Hetta hendir samstundis, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur seinastu hond á arbeiði, at velja út persónar, sum skullu fáa fiskatilfeingið “Fólksins ogn” fyri einki. Afturat sær hevur landsstýrismaðurin sjálvur, persónliga, valt ein bólk av fólki, til at meta um hvør av umsøkjarunum eru best egnaðir.
Norðlýsið hevur roynt at fingið innlit í hesa nýggju gávubúðina hjá Høgna Hoydal, men Fiskiðmálaráðið slær ring um landsstýrismannin. Svarið úr Fiskimálaráðnum er, at ráðið ikki ætlar at viðgera umsóknir um innlit fyrr enn tey reyðklæddu, hava deilt gávurnar út.

Ímeðan Gestur og Høgni, sita í Fiskimálaráðnum og meta um hvør er best egnaður at sleppa framat í føroysku fiskivinnuni, er støðan ein heilt onnur í Klaksvík.
 
Fiskivinnunýskipanin
hjá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum krevur nú sítt fyrsta offur í býnum, sum í mannaminni hevur satsað alt uppá fiskivinnu.t Tey, sum sita við politiska valdinum í Føroyum í løtuni, halda tað vera betri at geva øðrum pørtum av landinum tilfeingið, sum fyritøkur her í Klaksvík hava brúkt stóra orku og pening at keypa og røkja.
Í mong, mong áratíggjur hevur JFK kunnað havt tveir trolarar, sum hava havt sítt grundarlag í Barentshavinum, men nú hevur fiskivinnunýskipanin tikið grundarlag undan fyritøkuni, so JFK nú fyri fyrstu ferð í mannaminni, bert fer at hava ein trolara á hesum øki.
 
Tað undrar uppsagdu mennirnar, sum vit tosaðu við, hví politikarar í Suðurstreymi halda tað verða betri at taka skip og størv frá teimum, sum hava satsað sítt lív og yrki uppá hesa vinnu, fyri at geva onkrum øðrum hetta sama livibreyðið.


- Høvdu 25 starvsfólk í Tinganesi ella á LS mist starvið yvir nátt, høvdu vit nokk hoyrt buldur og brak um tað í KvF og Miðlahúsinum, men nú fiskivinnunýskipanin tekur grundarlagið undan Sjúrðarberg og tvingar JFK at selja trolaran av landinum, hoyrist bara tos um, hvør fer at fáa menningarkvoturnar. Einki um tey sum missa og betala fyri hesa fiskivinnunýskipan, har landið vil sleppa at býta út til onnur tað, sum hesir menn hava satsað sítt lív og yrki uppá.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…