Takuya Matsunaga valdi KÍ vegna Europa League
Japanski Takuya Matsunaga sigur, at hann gleðir seg at koma at royna seg í KÍ. KÍ var seriøst, og legði nógv fyri at fáa hann til sín hóp og tað var avgerandi, staðfestir japanarin, sum hevði annað tilboð.
Tað er ikki vanligt, at leikari frá Japan spælir í føroyskum fótbólti, men tað hendur í 2019. KÍ hevur gjørt sáttmála við 28 ára gamla Takuya Matsunaga. Talan er um miðvallarleikara, sum er 1,74 metur høgur.
Síðstu árini hevur hann spælt í Europa. Hann kemur frá felagnum Kalev Tallinn, sum spælir í bestu deildini í Estlandi. Har hevur hann í 2018 skorað fimm mál og lagt upp til fýra mál í 35 dystum sambært Transfermarkt. Fyri tað mesta hevur hann spælt antin sum verjukendur miðvallaleikari ella sentralur miðvallarleikari. Einstakar dystir hevur hann spælt sum kantur. Í 2016 og 2017 spældi hann við FK Utenis Utena í bestu deildini í Litava.
KÍ legði nógv fyri at fáa japanaran
Við Norðlýsið sigur Takuya Matsunaga, at hann lýsir seg sjálvan sum tað, sum vit á fótbóltsmáli kalla ein ''8'ari''.
- Eg eri ein ''brotssteig til brotssteig'' leikari (''8'ari'', blaðm.). Eg kann renna 90 minuttir fyri liðið bæði fyri álopspartin og verjupartin. Eisini haldi eg, at eg dugi smáspæl, sigur Takuya Matsunaga. Hann sigur, at KÍ var sannførandi í sáttmálasamráðingunum.
- Eg hevði eitt annað tilboð, men eg vildi spæla Europa League. Venjarin ringdi til mín persónliga. Hann greiddi frá, hvør mín leiklutur skuldi vera og hvat fyri spæl eg kundi væntað. Eg føldi, at felagið var seriøst í at fáa meg, og tí valdi eg at koma til Klaksvíkar, sigur japanarin.
1. plássið er málið
Takuya sigur, at málið er at vinna deildina.
- Eg havi sæð nøkur video av liðnum. Leikararnir hava góðan bóltførleika, og eru kropsliga væl fyri. Har eru nógvir ungir leikarar, so felagið hevur stórt potentiali. Eg trúgvi uppá, at vit kunnu røkka 1. plássinum, sigur Takuya. Hann hevur stórar vónir til tíðina í Føroyum.
- Eg vænti eina góða tíð í Føroyum bæði viðvíkjandi fótbóltinum og uttanfyri fótbóltin. Eg havi kannað føroysku náttúruna á alnótini, og hon sær sera vøkur út, so hana gleði eg meg at síggja, sigur Takuya Matsunaga við Norðlýsið at enda. Hann kemur til Føroyar í dag, um alt gongst sum ætlað. Næsti venjingardystur hjá KÍ verður 26. januar móti ÍF í Fuglafirði. Dysturin móti HB, sum skuldi vera komandi leygardag, er fluttur til 30. januar.