Fiskivinnuráðið: “Spælið við opnum kortum!”
Fiskivinnuráðið kritiserar kunngerðina um menningarkvotur fyri 2019, sum ráðið hevur fingið til ummælis. Serliga er tað tað, at menningarkvoturnar ikki geva samfelagnum tað optimala burturúr innan nýskapan og virðisøking, men heldur verða brúktar sum stuðul til øki í landinum, sum ráðið fýlist á. Menningarkvoturnar geva hvørki nýskapan ella virðisøking.
Forkvinnan í ráðnum, Joanna Djurhuus, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at tað eigur at vera umráðandi fyri eina fiskivinnutjóð at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum tjóðin hevur, og at menningarkvotur kunnu brúkast til tað. Men at kunngerðin snýr seg mest um at tilgóðasíggja geografisk øki.
Ráðið sigur, at dentur heldur átti at verið lagdur á vøruframleiðslu og vørumenning heldur enn at denturin verður lagdur á brúka júst kvotur til at kompensera øki fyri vantandi menning í aðrar mátar. Sagt verður í hoyringarsvarinum, at metingarnevndin fær ov lítla heimild til at arbeiða frítt, tí hon er bundin av ásetingunum um tað økisrættaða. Í staðin fyri at brúka kvotur sum økismenning, eigur nýskapan og virðisvøkstur at vera tað primera kriteriið at meta um verkætlanirnar út frá.
Forkvinnan leggur afturat, at menningarkvoturnar hava sum endamál at fáa í lag eina burðardygga og varandi gongd í fiskivinnuni, umframt eina yvirskipaða samfelagsmenning. Hon leggur dent á, at tað er ein legitim politisk avgerð at taka [at man vil tilgóðasíggja økjum við avmarkaðari atgongd til sjófeingi, lágum arbeiðsloysi og/ella minkandi fólkatali, red.], “men so skal man bara siga, at tað er tað, man ætlar sær at gera!”, endar forkvinnan við at siga.