Lýsing
Lýsing
Lýsing

Chris Norman: Vit síggjast í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.08.2019 - 02:22 Mentan Tíðindaskriv

Leygarkvøldið hevur Chris Norman sína fyrstu konsert í Føroyum – og hann gleðir seg

Chris Norman var sangari í bólkinum Smokie, tá ið teir í 1970’unum fingu gjøgnumbrot og hitt við sangum sum »Living Next Door To Alice«, »Needles and Pins«, »Mexican Girls« og »For A Few Dollars More«. Hetta vóru stórtíðir hjá Smokie, sum eisini hava verið sera nógv spældir her í Føroyum.

Í 1978 fekk Chris Norman risahitt við sanginum »Stumbin’ In«, sum var duett við Suzi Quatro, og miðskeiðis í 1980’unum fór hann at geva tónleik út sum solistur. Síðani hevur Chris Norman verið sera virkin við útgávum, konsertum og sum sangskrivari.

Smokie-sangirnir eru partur av føroysku tilvitskuni, og tað hevur verið sjón fyri søgn, tá ið bólkurin hevur vitjað her. Smokie spældi á Summar Festivalinum í 2008, og tá var sera nógv fólk til konsertina.

Nú kemur Chris Norman, sum var upprunaligi sangarin í Smokie, fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla. Hann hevur egnan bólk við, og hann fer at spæla eitt bland av Smokie-hittum og sangum av soloútgávum.

– Eg gleði meg at koma til Føroya at spæla. Vit síggjast í Klaksvík, sigur Chris Norman í einari heilsan, hann hevur sent, og sum kann síggjast her:

https://www.youtube.com/watch?v=doosoDp17tI&feature=youtu.be

 

Chris Norman spælir á Summar Festivalinum leygarkvøldið kl. 21:00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk