Lýsing
Lýsing
Lýsing

116 ára gamla blomsturklokkan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.09.2019 - 11:33 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað eru mong ár síðani, at eg hoyrdi um blomsturklokkuna í Edinburgh. Leith er havnabýurin, ella kanska havnin hjá Edinburgh og stutt er at ganga frá Princess Garden og oman í Leith.

Pápi mín, John William, sigldi við koltrolaranum Dragaberg hjá Kjølbro. Teir vóru onkuntíð til ísfisk og sigldu síðani til Skotlands ella Onglands at selja fiskin. Onkuntíð vóru teir í Leith eftir koli. Tá minnist eg at pápi greiddi frá ótrúligu blomsturklokkuni, hann hevði sæð har. Hetta má hava verið tíðliga í 1950-unum, tí seinnu árini í 50-unum var hann við Sjúrðarbergi.

Blomsturklokkan í Edinburgh er fyrsta av sínum slag í heiminum. Hon er frá 1903. Líka fram til 1973 skuldi verkið trekkjast upp hvønn dag, men í 1973 bleiv verkið gjørt til at ganga við elmegi. Um klokkuna verður annars sagt, at tveir gartnarar arbeiða í eina viku at planta allar blómurnar og síðani arbeiðir ein gartnari hvønn dag við at halda hana við líka. Klokkan er pyntað við blómum frá juni til oktober.

Á hvørjum ári er vanligt at klokkan ber eini boð ella eitt tema. Í ár er tað “Save Childrens Fund”, sum klokkan heiðrar, tí felagsskapurin í ár hevur 100 ár á baki. Niðanfyri eitt sindur um Save Childrens Dund.

Save Childrens Fund

Tá fyrri heimsbardagi endaði, var hildið fast um blokatuna av býum sum Berlin og Wien. Børn mistrivust. Mistrivnaður og enska sjúka var vanligt millum børnini. Eygnavitni søgdu frá at “á sjúkrahúsinum var einki uttan papprírsbind”.

Stovnarnir av “Save the Children”, sjúkrasystrarnar Eglantyne Jebb og Dorothy Buxonton, luttóku i bardaganum ímóti hungri og fingu tíðindini um hvat hendi í Europa út um allar geilar.

Í 1919 var Jebb tikin av løgregluni fyri at ganga við boðseðlum á Trafalgar Square.

Boðseðlarnir bóru skakandi myndir av børnum sum liðu hungur í Europa, og yvirskriftina: “Okkara blokada er orsøkin til hetta - milliónir av børnum doyggja í hungri”.

Jebb var akærd fyri at mótmæla og varð funnin sek. Men akærin var so hugtikin av hennara mótmæli, at hann beyð sær at gjalda tey 5 pundini hon fekk í bót.

Systrarnar sóu skjótt, at mótmæla var ikki nóg mikið - Beinleiðis tiltøk vóru neyðug. Í mai 1919 var “Save the Children Fund” stovnaður á stórari samkomu í Royal Albert Hall í London.

Hetta var bert byrjanin.

Um onkur vil lesa meira, so er leinkjan her:

https://www.savethechildren.org.uk/about-us/our-history

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan