Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkapensjónistar fleiri pengar at liva fyri

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  04.11.2019 - 13:58 Politikkur Tíðindaskriv

Fólkapensjónistar fáa eftir ársskiftið fleiri pengar at liva fyri. 

Samgongan setti sær beinanvegin fyri at betra um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum, og í dag – 51 dagar aftaná at samgonguskjalið varð undirskrivað - verða uppskotini løgd fyri tingið, sum fremja hesar ætlanir í verki.

Við uppskotunum verða fíggjarligu korini hjá øllum fólkapensjónistum betraði. Hetta verður gjørt við at geva teimum ein frádrátt í skattinum á 500 kr. um mánaðin og at hækka grundupphæddina við 580 kr. um mánaðin – samanlagt 1.080 kr. Um pensjónisturin onga inntøku hevur umframt pensjónina, so hækkar pensjónin við hesi upphædd, tá lógarbroytingin hevur fingið fullan virknað. Tá fær ein stakur pensjónistur umleið 12.460 kr. útgoldið um mánaðin. Hetta verður gjørt í tveimum stigum, so helvtin kemur í 2020 og restin kemur í 2021. 

 

Lægri mótrokning

Tað skal loysa seg betur hjá fólkapensjónistum at hava inntøku umframt pensjónina. Hetta verður gjørt við at lækka mótrokningina niður í 20 % galdandi fyri allar fólkapensjónistar frá ársskiftinum. Hóast allir pensjónistar fáa meir burturúr av hesum broytingum, so er tað tó munur á hvussu broytingarnar fara at ávirka pensjónina hjá einstaka pensjónistinum. Hetta er lýst í lógaruppskotunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at samgongan við hesum gevur øllum fólkapensjónistum eina hækking, sum veruliga fer at merkjast umframt, at tað fer at loysa seg betur at arbeiða.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!