Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsapotekarin noktar at lata Heilsufrøðiligu Starvstovuni upplýsingar um føroysku alivinnuna?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.01.2020 - 11:43 Eldri tíðindi Politikkur Tíðindi Vinna

Nú tvey ár, tveir mánaðar og 5 dagar ella heilar 797 dagar (539 arbeiðsdagar) eru farnir aftur um bak, síðan táverandi landstýrismaður í Vinnumálum, Poul Michelsen, í kunngerð álegði Heilsfrøðiligu Starvsstovuni, at almannakunngera tøl á heimasíðuni hjá stovninum, ið vísa hvussu nógv av m.a. heilsuskaðiligum evnum, ið alivinnan hvørt ár far loyvi til at lata út á firðir og sund - er EINKI hent.

Tað var tann 29. Oktober 2015 (júst 4 ár, tveir mánaðar og 9 dagar síðan) at undirritaði upprunaliga sendi eina umsókn til almenna myndugleikan/føroyska embætisverki, um hvussu stórar nøgdir av kemiskum evnum Lands Djóralæknin, Landslæknin, Lands Apotekarin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava loyvt alarum at brúka í Hvannasundi og øðrum aliøkjum kring landið.
 
Hóast Løtingsins Umboðsmaður hevur havt málið um hendur og heitti á Heilsumálaráðið um at taka málið til nýggja viðger, sæð í ljósinum av at somu upplýsingar eru alment atkomiligir í Norra, so noktaði Heilsumálaráðið fyri at taka avgerðina um at nokta innlit upp til nýggja viðger.
 
Undirritaði skrivaði síðani til landstýriskvinnuna í heilsumálum og tá einki hendi, kærdu vit landstýriskvinnuna til landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum. Men einki hjálpti.
 
Tann 2. November 2017 lýsti táverandi landstýrismaður í Vinnumálum, Poul Michelsen, eina kunngerð sum m.a. innihelt hesu greiðu boðini til myndugleikan á økinum Heilsufrøðiligustarvsstovuna:
…… § 27 a. Hesar upplýsingar skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni:
1) Alibrúk.A-nummar og staðarnavn.
2) Navn á alifelagi.
3) Slag av fiski og endamál,t.d.
laksur til vinnuligt endamál.
4) Tal av fiski í hvørjum alibrúki. 5) Hækking og lækking av útsetu. 6) Viðgerðir móti sjúku og lús fyri
hvørt aliøki, slag og nøgd av
heilivági……..
 
SÍ KUNNGERÐ PDF HER
Stjórin á Heisufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, boðaði samstundis frá í miðlunum, at skjótt skuldu hesIr upplýsingar verða almennir á heimasíðuni hjá teimum.
 
Hóast Norðlýsið fleiri ferð hevur rykt eftir svarið er einki hent hesi meira enn tvey árini.
 
Beint undan jólum fekk málið eina løgna vend.
Eftir at vit høvdu rykt Heilsufrøðiligu Starvstovuna eftir svarið fleiri ferðir, kemur teldupostur har starvstovan boðar frá at hon hevur sent málið enn einaferð til hoyringar hjá vinnuni. Alivinnan sigur noy til innlit, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan kemur til tað niðurstøðu at undirritaði hevur rætt til innlit.
 
Men.
 
Nú sigur Heilsufrøðiliga Starvstovan, sum beinleiðis er Heilsumyndugleiki hjá alivinnuni og hevur eftirlitsskyldu, at starvstovan heldur ikki hevur hesar upplýsingar.
 
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum er eftirlitsmyndugleikin, hevur bert nøkur heilt fá tøl, ið kunnu síggjast HER.
 
Starvstovan heitur tí á undirritaða miðlafólk um enn einaferð at biðja Landsapotekaran um innlit fyri at fáa hendur á tølunum.
 
Landsapotekarin baði núverandi og undanfarni hava í tveimum førum – enntá skrivliga - gjørt púra greitt at teir undir ongum umstøðum lata almenninginum upplýsingarnar.
 
So er spurningurin:
 
Hvat skal Palliba so gera......
 
Jú – vit kunnu sjálvandi flóta á somu firðum og fiska frikadellur til børn okkara og njóta føroysku náttúruna....
 
 
 
Sí svar frá Heisufrøðiligu Starvstovuni HER pdf
Sí nakrar greinar um sama evni niðanfyri.
 
Um tú skrivar “evnaføðilig” ella "kemisk" í leiti kassan ovast á forsíðuni her á nordlysid.fo finnur tú nakrar greinar, sum eru skrivaðar um evni seinastu árini.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…