Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrilesturin var í Betesda | Mynd: Dávur Winther

Yrking: At sigla er neyðugt, men ikki at liva.....

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.02.2020 - 09:27 Mentan Tíðindi

Í samband við Torravikuna í Klaksvík, greiddi Olaf Olsen fyrrverandi sjómaður, reiðari, sjómansskúlalærari, løgtingslimur frá lívið sínum.

Fyrilesturin var sera áhugaverdur og niðanfyri endurgeva vit yrking sum Olaf Olsen sjálvur hevur skriva í 2019.

Sí annars myndir frá fyrilestrinum í grein niðanfyri.

 
 
Teir fóru við báti so langt út á havið,
teir róðu so tungan, og mangan var strævið,
við áttamannafari, var ei av teim stóru,
við minni fari teir eisini fóru.
 
Teir løgdu nógv fyri, tað kom fyri mangan,
at stríggið var ofta at koma um tangan.
Mangan teir ikki bóru ei boðið í bý,
og hví fóru aðrir tá í hetta stríð?
 
At sigla er neyðugt, men ikki at liva,
so stóð jú á Sjómannskúlanum skrivað.
So var tað hjá teimum, sum út aftur fóru,
og vónaðu, at teir boð í býin bóru.
 
So fingu teir skip, men tó ei av teim stóru,
men munandi betri enn bátarnir vóru,
ikki so mong nýggj, men tó ikki øll gomul,
frá bretum tey keyptu vóru, tó ei øll somul.
 
Frá landi teir løgdu nú langt út á havið,
til fremmandar strendur, og aftur var strævið
og fleiri ei komu teir aftur til síni,
sum sótu har heima í svárari pínu.
 
At sigla, tað var nú framvegis so neyðugt,
at látast av bunka, tað vil ein jú treyðugt.
Teir hildu tó fram, hóast stórur var vandi,
so livast kann framvegis í hesum landi.
 
Men so kom jú kríggið, hitt harða og stóra,
og hvør kundi tá undan vandanum hóra?
Nei, als ikki allir, tí teir hildu bert á,
hóast aðrir teir góvust, skal her sigast frá.
 
Hví eru tó før´ingar soleiðis kendir,
at aftur og aftur teir spýta í hendur
og blíva við, hóast vandarnir hótta?
Tað tykist sum hava teir als ongan ótta.
 
Nú eru so skipini vorðin nógv betur,
og sigla teir nú bæði summar og vetur.
Nú avmarking er ei av stáli og træi,
men tykjast at vera av heilt øðrum slagi.
 
Nú havið er ikki so frítt, tað var áður,
hvørki til ungan ella tann, sum er gráður,
og førini eri nú vorðin so dýr,
at eingin er mentur at keypa, her býr.
 
Men kreppurnar koma og eisini fara,
so ver tú bert klárur og bíða so bara,
tí førini helst verða neyvan so dýr,
at kanska kann keypast av tí, sum her býr.
 
Men gott er at feløg tó eru so sterk,
at tey ikki koppa, men gera sítt verk,
so tey kunnu mennast og víðka um virkið,
so samfelagið harvið kann vaksa í styrki.
 
So lat okkum gleðast um landi so gott,
sum Gud okkum gav og ei falla í fátt.
Teir gomlu hildu bert áfram í forðum,
og lat okkum fylgja bert í teirra sporum.
 
Olaf Olsen, novembur 2019
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…